Millumlendu í Føroyum í túsundatali

Í gjár var ein sjáldsom sjón at síggja í Árnafirði.

Eini 1000 Íslandsgrælingar í summarbúna vóru at síggja á sandinum.

Silas K.K. Olofson, sum hevur stóran áhuga í fuglum, go sum hevur sent okkum myndirnar, sigur, at hetta eru grælingar, ið eru sera eyðkendi, tí teir eru reyðligir á liti.

Íslandsgrælingur eigur á pólleiðunum og helst hava hesir fuglarnir verið ávegis til pólleiðirnar, men hava steðgað á í Árnafirði av tú, at veðrið er so vánaligt. Íslandsgrælingur er ikki óvanligur í Føroyum, men at síggja so stórar nøgdir er sera sjáldsamt - um tað nakran tíð áður er hent.