Millumtjóðamál

UMMÆLI. Søgan hongur væl saman, sigur Bergljót av Skarði í hesum ummæli av »Heiminum Forna«,

har hon leggur høvuðsdentin á seinnu bókina »Ferðin til Zambora«. Fyrru bókina ummældi Jógvan Isaksen seinasta Vikuskifti.

? Hetta er ein virðiligur kappingarneyti hjá Pikachu og øðrum Pokémonnum

og øllum teimum løgnu verunum, sum børnini samla uppá, sigur Bergljót

 

ESPERANTO

Jeffrei Henriksen


Summir málfrøðingar vilja vera við, at um eini 100 ár eru helmingurin av teimum o.u. 6000 tungumálunum, ið eftir liva í heiminum, deyð. Og tað er ikki bert málini, ið doyggja; eisini øll tann fjølbroytta mentan, ið livir og er treytað av einum máli, doyr við tí. Berið saman við tað, ið Tórður Jóansson hesa seinastu tíðina hevur skrivað í Málhorni sínum í Skáanum.

Vandin er tann, at málið hjá teimum, ið politiska og fíggjarliga valdið hava, trokar seg inn á málið hjá teimum minni mentu, ikki tí at tað málsliga er nakað betri, men stutt sagt tí at tað umboðar vald. Kortini kann vera líkt til, at rákið brátt kann fara at venda; helst tá ið rættiliga illa stendur til, er tað, at »blindir fáa megi at lata eygu sundur,« sum Chr. Matras yrkti á sinni.

Hugsjónin hjá esperantistum er, at øll skulu hjálpast við sínum egna móðurmáli og so einum uttanveltaðum, lættlærdum fremmandamáli. Fyri tí er ikki sagt, at ein og hvør ikki eisini kann læra onnur tungumál eftir tørvi.

Avgjørdur tørvur er á einum millumtjóðamáli so klárum og greiðum, løttum og einfaldum sum møguligt. Tað mál, ið best lýkur hesar treytir, er esperanto, sum harumframt er uttanveltað og valdleyst.

Spurningurin er ikki, um esperanto nakrantíð verður nakað millumtjóðamál. Esperanto er eitt millumtjóðamál og verður nýtt sum millumtjóðamál.

Lee Chong-Yeong í Korea, professari í fíggjarfrøði, sum nú er formaður í UEA (Universala Esperanto-Asocio), sigur, at esperanto í løtuni hevur stóra framgongd í Asia; esperanto er einki frítíðarítriv, men ein djúptøkin og rósverd rørsla fyri friði og mannakærleika.

Og lætt er tað at læra. Tað var ikki bert reyp, tá ið navnframi íslendski rithøvundurin, Halldór Kiljan Lacness, segði seg hava lært seg esperanto-málreglurnar ein part av einum degi. Tann ið lærir seg tær 3 blaðsíðurnar um hetta málið í nýútkomna føroyska esperanto-orðalistanum (esperantobókin II), hevur ognað sær tann neyðuga forkunnleikan. Men rímiliga er tá eftir at venja seg at nýta málið; tað kann gerast við sjálvur at lesa Esperantobókina, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1987 og sum framvegis er at fáa, har ið málreglurnar verða viðgjørdar so við og við hvør sær. Eisini ber til at læra málið á ymiskum skeiðum ella á sjónbandi.

o Esperanto gevur betur enn nakað tjóðmál ein fjølbroyttan møguleika at samskifta við ymisk fólkasløg um allan heim.

o Esperanto gevur einfaldan møguleika at kunnast við aðrar bókmentir og mentan, sum eru lítið og einki kend um okkara leiðir.

o Esperanto verjir móti málsligari og harvið politiskari og mentanarligari imperialismu.

o Umframt at hóska væl til teldusamskifti hevur esperanto við sínum einfalda neyvleika víst seg at roynast stak væl sum millumliður í teldutýðingum úr einum tjóðmáli í annað.

o Esperanto økir eisini stórliga almennan málkunnleika og førleika, so at tað gerst lættari at læra onnur fremmandamál og enntá at fata og nýta sítt egna móðurmál.

? Hetta alt er ætlanin at koma aftur til í eini lítlari greinarøð um esperanto.

Tú fært eisini meir at vita um esperanto á internetinum, www.esperanto.net ? á donskum ella helst á svenskum.