info
Ongi úrslit

Mín boðskapur til løgregluna

Anna Falkenberg
27. oktober 2022 kl. 16:38

Løgreglan er málsøki, sum Føroyar hava í felag við Danmark - tó er týðandi munur á donsku og føroysku løgregluni.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur seinastu trý árini arbeitt fyri eini betring av umstøðunum hjá føroysku løgregluni. Ítøkiliga, so var Sambandsflokkurin við til samráðingarnar um nýggja politiavtalu, har vit m.a. løgdu dent á, at føroyska løgreglan skuldi javnsetast við ta donsku í mun til neyðuga útgerð.

Úrslitið av hesari avtaluni var, at umstøðurnar til skjótivenjing vórðu raðfestar, tí ein nýggjur skjótibani er í gerð. Harafturat komu neyðugu íløgurnar til útgerð hjá føroysku løgregluni til avlurtingarpakkan. Hitt týdningarmikla málið var KT útgerðin. Føroyska løgreglan hevur verið afturúrsigld í mun til KT skipanir og hetta er av alstórum týdningini fyri Sambandsflokkin at fáa raðfest.

Samráðingar eru samráðingar. Vit eru ikki komin á mál við øllum viðurskiftum hjá føroysku løgregluni, men arbeiða framhaldandi við tí! Meiri nærpoliti kom ikki við til samráðingarnar í 2020, men vit pressa enn á. Ein fortreyt fyri nærpoliti í Føroyum, er at fleiri løgreglufólk verða sett.

Tað er klárt, at løgreglan skal raðfestast í størri mun, tí fólk hava lyndi at gloyma hana – hetta er orsøkin til, at hon er afturúrsigld. Nei, vit fingu ikki alt í rætt lag seinastu ferð, men eg vil tryggja, verði eg vald á Fólkating, at eg verði bindiliðið og pressarin fyri betri viðurskifti fyri føroysku løgregluna.

Einki hendi frá 2015-2019 - men nógv hendi frá 2019-2022. Ikki alt og ikki nokk - men kortini nógv.

Fyri meg er hetta ikki bara eitt typiskt vallyfti. Eg havi sitið við hesum málinum og verið við til at betra umstøðurnar seinastu trý árini. Eg havi verið við til at gjørt tað fyrr - og eg haldi, at eg kann gera tað enn einaferð. Hetta skal gerast í tøttum samstarvið við leiðsluna í politinum í Føroyum og politistafelagið, tí tey vita sjálvi best, hvør tørvurin er.

Slík stórmál og gloymdar raðfestingar eru ikki lættar at fáa í rætt lag - tí tað krevst nógv samstarv og nógvur vilji. Men tað er einans við samstarvi, at broytingar koma – og hesum eri eg og Sambandsflokkurin garantar fyri, tí vit samstarva við øll - og tað er eisini tí, at úrslit eru komin.

Valið er samstarv. Valið er framhaldandi raðfestingar og úrslit. Valið er Sambandsflokkurin.

Anna Falkenberg,

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsval 2022

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bill mótmælir: Tel Aviv er ikki avtalað í samgonguni

7 minuttir síðan
Tíðindi

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

34 minuttir síðan
Tíðindi

Akutta tilbúgvingin verður styrkt

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna hví rusk­bil­ur­in fór á rull á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ákæri: Annarflogskipari royndi at fremja yvirgang við øks

2 tímar síðan
Tíðindi

Børn sótu óbundin: Tríggir bilførarar fingu klipp

2 tímar síðan
Tíðindi

Video: Stór­ar­beiði at fáa rusk­bilin úr urta­garði­num á Argjum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

5 tímar síðan
Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

11 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

11 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

11 tímar síðan