Mín fyrsta ólavsøka í Hoyvík

- Nógvum dámar sera væl at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og tosa við fólk á ólavsøku, men í mínum arbeiði snakki eg við fólk allan dagin, sigur Tórun Bjarnadóttir Skaalum.

Fert tú á ólavsøku?

- Ja, í ár fari eg á ólavsøku. Havi fingið nýggj føroysk klæðir, sum mín dugnaligi lærumeistari, Marna Skylv Sørensen, hevur gjørt mær. Eg eri sera spent eftir at sleppa at royna tey fyri fyrstu ferð.

Tað sigur Tórun Bjarnadóttir Skaalum á Argjum. 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?  

- Eg fari fyri fyrstu ferð at halda ólavsøku uppi í Hoyvík saman við mínum nýggja maka, sum er sjómaður og er heima aðru hvørja ólavsøku.  

Í løtuni veit hon ikki, hvussu tey koma at halda ólavsøkudagarnar, men hon væntar, at tað verður okkurt gott til góman og ymiskt, sum hoyrir hátíðini til.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

- Veit ikki rættiliga, hvat eg skal svara til henda spurningin. Eg havi ikki hildið so nógvar ólavsøkur, tí eg eri mangan farin í feriu og á flog ólavsøkuaftan.

Hon vísir á, at tíðin upp undir ólavsøku, har hon sum hárfríðkari hevur allar mest at gera, ger, at hon ofta bara ynskir at fáa frið, tá ólavsøkan kemur. 

- Eg veit, at nógvum dámar sera væl at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og tosa við fólk á ólavsøku, men mítt arbeiði er nú einaferð soleiðis, at eg tosi við fólk allan dagin – og ikki dugi eg at tiga – so, tað er ikki hetta, eg sakni, tá eg gangi oman og niðan.

Tórun Bjarnadóttir Skaalum vísir á, at maki hennara elskar ólavsøku - at møta fólki og práta - ikki endiliga tí, at hann sigur so nógv, men brosandi heldur hon fyri, at hennara leiklutur helst verður at royna at fylgja við makanum.

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?  

- Eg veit faktiskt ikki, hvat kundi verið øðrvísi. Men, eg eri eitt sindur spent eftir at uppliva, hvussu Vágsbotnur fer at taka seg út, tí har er blivið so hugnaligt, heldur Tórun Bjarnadóttir Skaalum.