Klokkan 09 í morgun varð ringt á politistøðina úr Leynum um ein lut, sum lá á Leynasandi. Hildið var, at luturin kundi vera ein mina.
Politiið sendi boð í Mjørkadal eftir Arktisk Kommando, sum fóur á Leynasand at taka myndir av lutinum.
Myndirnar eru sendar til Danmarkar, har serfrøðingar skulu finna útav, um talan er um eina minu.
Í løtuni er sandurin avbyrgdur, og politi er á staðnum.