Minesto og SEV leingja samstarvsavtaluna um sjóvarfalsorku í Føroyum

Minesto og SEV hava endurnýggjað og víðkað samstarvsavtaluna, sum tilskilar ábyrgdarbýtið í mun til arbeiðið við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi og Hestfirði

 

Hetta skrivar SEV á sev.fo.

 

Avtalan er víðkað til eisini at fevna um samstarv um menning og fyrireiking av einum øki í Hestfirði til sjóvarfalsorku. Harumframt verður arbeitt við at seta upp eina íløgueind at umsita verkætlanarstuðul, keypsavtalu, møguliga almenna fígging (t.d. frá ES) og aðrar ognir.

 

Avtalan umfatar somuleiðis víðkaða virksemið í Vestmanna. Minesto hevur nýliga fullfíggjað Dragon 4 økið við einum sjókaðli afturat og eltøkniliga infrakervinum annars. Installatión á landi til 1,2 MW drekan Dragon 12 verður avgreitt samstundis.

 

Samstarvið er grundað á gjøgnumskygni av dátum millum Minesto og SEV í mun til verandi verkætlanir eins væl og upplýsingum um og lýsingum av verandi og ætlaðum staðsetingum fyri felags verkætlanir, skrivar sev.fo.

 

- At styrkja og menna samstarvið við SEV er ein grundarsteinur fyri Minesto í strembanini eftir at menna eina av okkara fyrstu sjóvarfalsorkulundum. Vit seta stóran prís upp á leiklutin hjá SEV sum ein framskygdan kunda, veitara av infrakervi og leiðandi lokalan viðleikara, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

 

- Minesto hevur víst eitt sterkt tilknýti til verkætlanina í Føroyum, og tøknin er í støðugari menning. Vit síggja fram til, at fleiri drekar verða settir út, og til at økið í Hestfirði verður kannað nærri, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.