At 50 ár eru liðin síðan Mini kom á marknaðin í 1959, er eitt av evnunum í Bilradio á Rás2 kl. 13. Sendingin Bilradio á Rás2 verður endursend í dag kl. 13. Í sendingini er samrøða við Geir Wardum frá Nordjysk Lift, um tað sum fyritøkan hevur at bjóða, og við Petur Hansen frá Metek á Hjalla um ein nýggjan Iveco testbil, sum er komin til landið.
Eisini er prát við Jógvan Hans Joensen í Miðvági í sambandi við at 50 ár eru liðin síðan hann keypti sín fyrsta hýruvogn og byrjaði sítt virksemi.
Í biltíðundunum hoyra vit m.a. um, at í ár eru 50 ár liðin síðan tann upprunaligi Mini kom á marknaðin í 1959. Mini kollveltu bilaídnaðin í øllum heiminum, tá teir komu á marknaðin og hava verið fyrimyndir hjá óteljandi øðrum bilum.
Í Danmark og í Føroyum fingu teir kelinøvnini Morris Mascot og Austin Partner. Mini vórðu gjørdir í yvir 40 ár, frá 1959 til ár 2000.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum