Minkandi fólkatal hóttir tjóðskap

- At fólkatalið minkar, ger tað hvørki lættari ella meira realistiskt at røkka visjónunum um sjálvræði í Grønlandi, sigur samfelagsgranskari.

 

Fólkatalið í Grønlandi minkar. Tað vísa nýggj tøl hjá Grønlands Statistik. Í 2028 verður fólkatalið í Grønlandi sambært framrokningum út við 1500 minni, enn tað er í dag.

 

- Hyggja vit longur fram, verður broytingin í fólkatalinum sjónligari, um tað ikki eydnast at venda gongdini. Hetta ger tað hvørki lættari ella meira realistiskt at røkka visjónunum um sjálvræði, sigur Birger Poppel, samfelagsgranskari, við Ilisimatusarfik.  

 

Hann vísir á, at fólkatalið er týdningarmikið fyri eitt sjálvstøðugt ríki. Tað er fólkið, sum er drívmegin aftan fyri framleiðsluna í landinum. Jú fleiri fólk eru í arbeiðsførum aldri, tess meira kemur inn í skatti.

 

Spádómurin hjá samfelagsgranskaranum um gongdina í fólkatalinum, er í samsvar við framskrivingar hjá Grønlands Statistik. Framskrivingarnar vísa nevniliga, at 7.800 færri fólk fara at búgva í Grønlandi um 30 ár.

 

Umframt, at fólkatalið verður minkandi, verður eisini aldurssamansetingin øðrvísi enn í dag. Tað verða fleiri og fleiri eldri og færri og færri í arbeiðsførum aldri.

 

- Neyðugt verður at finna út av, hvussu tey eldru kunnu hava eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, so gongdin kann gerast øðrvísi, enn útlitini eru, sigur Birger Poppel.

 

Sambært Grønlands Statistik eru í dag umleið 31.600 fólk í Grønlandi í arbeiðsførum aldri, meðan umleið 4.600 fólk eru 65 ár og eldri.

 

- Um tíggju ár verður umleið 29.500 fólk í arbeiðsførum aldri, og tá verða út við 7.000 fólk 65 ár og eldri, sigur samfelagsgranskarin, Birger Poppel, við Ilisimatusarfik.