Fiskivinna
Herfyri kom flakatrolarin, Enniberg, aftur úr Barentshavinum við 850 tonsum av flaki. Hesin túrurin hevur vart í hálvan triðja mánaða. Teir byrjaðu at fiska í norskum sjógvi og endaðu í russiskum sjógvi.
Enniberg hevur seinastu dagarnar ligið við molan í Havn, men í dag loysa teir aftur og fara niður til Bretlands at selja. Mánadagin byrja teir at lossa í Grimsby.
Skipari hendan túrin hevur verið Sonny Johannesen, sum saman við stýrimanninum, Jógvani Líggjas Gregersen og 36 øðrum monnum, hevur ført hesa stóru lastina til lands.
Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hendan túrin hevur verið góður.
Lágir prísir
Tað hevur ljóðað, at manningarparturin er einar 250.000 krónur, men tað vil reiðarin ikki vátta.
Spurdur, hvussu tað gongur at sleppa av við flakið í Bretlandi, sigur hann, at tað ongantíð er nakar trupulleiki at selja veiðina, men prísirnir eru einki at reypa av.
- Prísirnir á flaki eru nevniliga skramblaðir niður í ár og hava ikki verið so lágir í langa tíð, sigur Mortan Johannesen.
Fara vit eini átta ár aftur í tíðina, var prísurin á flaki tó væl lægri, enn hann er í dag.
Bílig framleiðsla
Reiðarin vísir á, at ein orsøkin til stóra prísfallið seinasta árið, er, at nógvur russarafiskur og norskur fiskur er á marknaðinum, og hesin fiskurin fer fyri minni prís enn tað, sum føroysku reiðaríini vilja hava.
- Tað eru bæði russisk og norsk skip, sum fiska, avhøvda og heilfrysta fiskin í blokk. Tá ið túrurin er av, senda reiðaríini fiskin til virkingar í Kina. Í Kina er bílig arbeiðsmegi. Fiskurin verður arbeiddur við hond, og hvørt einstakt bein verður pilkað úr flakinum. Úr Kina verður fiskurin fraktaður á bretska marknaðin, og hóast hann verður seldur bíligari enn eitt nú fiskurin, sum vit koma við, liggur meira eftir hjá norðmonnum og russum enn hjá okkum.
Mortan Johannesen sigur, at ilt er at spáa um, hvussu gongdin verður.
Færri mans
Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, veit at siga, at færri mans eru við teimum skipum, sum fiska, avhøvda og frysta í blokk, og tí verða eisini færri um býtið.
- Eg havi skilt, at tað loysir seg væl fyri reiðaríini at senda fiskin til virkingar í Kina, og eg havi eisini skilt, at manningin fær væl burtur úr, sigur hann í eini stuttari viðmerking.