Minkurin sæddur nógvastaðni

Politiið og aktingarmaðurin hjá Tórshavnar kommunu hava fingið nógvar fráboðanir frá fólki, sum halda seg hava sæð minkin. Minkurin kom helst við Norrønu mánamorgunin. Hann er óynsktur í Føryum, tí hann er eitt vandamikið skaðadjór.

Antin eru fleiri minkar, ella ferðast hann ótrúliga skjótt. Ella eru tað kettur, sum fólk hava sæð, heldur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Ein helt seg hava sæð minkin í eysturbýnum í Havn, og nøkur børn høvdu seg hava sæð hann í viðarlundini.

Tríggir menn høvdu sæð hann á Kráartanga í Kaldbak, og aftur í gjárkvøldið helt onkur seg hava sæð hann í viðarlundini.