Minna føroyingar á ein serligan dag í dag

Í dag er 2. apríl, og umframt at vera týsdagurm er tað eisini altjóða autismudagur í dag. Og tað høvið brúkar eisini autismufelagið í Føroyum til at minna okkkum øll á hendan bólkin í samfelagnum, sum hevur autismu. 

Eitt tiltak, tey hava skipað fyri, er at avtakkla vøllin framman fyri Løgtingshúsið við appilsingulum skeltum fyri at minna á dagin. 

Tað eru eisini fleiri handlar og fyritøkur, sum stuðla teimum við at geva avsláttur av ymsum slagi, og tað ber eisini til at fáa appilsingular negl til dagsins høvið.

Annars sigur Autismufelagið, at seinni í ár kemur danski heilagranskarin, Peter Lund Madsen, og Anne Skov Jensen, til Føroya í septembur at halda ein fyrilestur, tey kalla “Ótrúligi heilin og autisma sæð úr egnum sjónarhorni”. 

Peter Lund Madsen er kendur heilagranskari og Anne Skov Jensen hevur sjálv autismu og ADHD. Tey hava ferðast runt alt Danmark við hesum fyrilestrinum, sum hevur verið sera væl móttikin, sigur Autismufelagið.