Tað var tann 27. januar í 1945, at sovjetskir hermenn komu til nazistisku týningarleguna Auschwitz nærhendis polska býnum Krakow og fríaðu teir fangarnar, sum enn vóru á lívi í leguni.
Í hesum sambandi verður skipað fyri minningarhaldi í Auschwitz, har fleiri av teimum, sum sluppu úr leguni á lívi, verða hjástødd. Har verða eisini ríkis- og stjórnarleiðarar úr fleiri londum, teirra millum týski forsetin.
Hesaferð verður eisini skipað fyri minningarhaldi í ST, og tað er fyrstu ferð, at tað verður gjørt. Uppskotið um minningarhaldið kom frá USA, Russlandi og ES. Í tí sambandi var ein serligur minningarfundur á ST-høvuðsborgini í gjár, og har luttóku umboð fyri umleið 140 lond. Ísrael hevur fleiri ferðir fýlst á, at ST hevur víst jødatýningini undir seinna heimsbardaga ov lítlan áhuga, men ein trupulleiki hjá ST hevur verið, at fleiri arabisk lond hava verið ímóti tiltøkum, ið skuldi minnast jødatýningina. Men nú er øðrvísi, tí í gjár vóru fleiri arabisk lond umboðað á minningarfundinum. Teirra millum vóru eitt nú Marokko, Bangladesj, Oman og Pakistan.
Umleið ein millión fólk, tey flestu jødar, vórðu týnd í Auschwitz í árunum frá 1940 til 1945. Tað svarar til umleið 9.000 um samdøgrið. Teira millum vóru eisini nógvir sigoynarar og nógv samkynd.