Minnast børnini sum vit hava mist

Sunnudagin verður minningarhald í Havnar Kirkju

Sunnudagin klokkan 16 verður minningarhald í Havnar Kirkju fyri børnini, vit hava mist. Derhard Jógvansson, prestur, prædikar, og Benjamin Rajani fer at syngja og spæla.

 

Fyrireikararnir siga, at minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Men klokkan 15.30, áðrenn sjálva gudstænastuna, verður høvi hjá teimum, sum vilja, at tendra ljós og at minnast børnini í kvirru.

 

Aftan á gudstænastuna verður drekkamunnur i Kirkjustovu. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Seinastu árini hevur verið vanligt at skipa fyri minningarhaldi fyri børn í farin eru tann fyrsta sunnudagin í november.

 

Tað var fyri 20 árum síðani, at Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til minningarhaldið og tað vóru so nógv fólk, at tey gjørdu av at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

 

– Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum, ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika, sigur Gunnvá Mohr, sum er ein av fyrireikarunum.

 

 –Vit fingu knýtt sterk bond til børn okkara, annaðhvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

 

– Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð, sigur hon.

 

Hon heldur, at í dag liva vit í eini mentan, har vit vit skulu vera framfýsin og liva við fullari ferð fyri at prógva, at vit liva lívið til fulnar.

 

– Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.

 

– Tá ið vit tendra ljós í fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtunum á  foreldrunum, sigur Gunnvá Mohr.