Minnast Effersøe á Tvøroyri

Rasmus var úr Trongisvági, har hann sleit sínar barnaskógvar, og flutti seinni til Tórshavnar.

Eitt hátíðarhald fyri einum av mætastu býarsynum Tvøroyrar.

 

Soleiðis lýsir Tvøroyrar Kommuna hátíðarhaldið, sum verður í morgin at minnast Rasmus Effersøe.

 

Framhaldandi verður sagt soleiðis:

 

 Í morgin, fríggjadagin 16. Desember, hátíðarhalda og minnast vit ein annan undangongumann, ið hevur givið býnum og landinum so ómetaliga nógv: Vit hátíðarhalda Rasmus C. Effersøe, ið varð føddur árið eftir at Thomas F. Thomsen byrjaði virksemið sítt, í 1857.

Rasmus var úr Trongisvági, har hann sleit sínar barnaskógvar, og flutti seinni til Tórshavnar. Hann var agronomur, politikari, blaðmaður og yrkjari. Ja Rasmus var av sonnum ein undangongumaður og ein eldsál – hann var ein av teimum 9, ið kallaðu inn til jólafundin í 1888, m.a. saman við Jóannesi Paturssyni, og var tískil við til at leggja lunnar undir føroysku tjóðskaparrørsluna.

Hugsandi um, at standmynd av Rasmusi stendur á Tinghúsvøllinum í Havn, so er tað undrunarvert, at so fá fólk her á staðnum vita nevnivert um hann.

 

Í hesum sambandi verða ymisk tiltøk í Trongisvági í morgin. Byrjað verður kl. 18:00 við gamla skúlan í Trongisvági. Viberg Sørensen, trongisvingur, bjóðar til gongutúr í økinum, har Rasmus vaks upp. Gongutúrurin er stuttur og lættur, men sera áhugaverdur, tí fáur dugir sum Viberg at greiða frá. Viberg er skemtingarsamur maður og var hann eisini frásøgumaður á tveimum minniligum túrum í Trongisvági í fjør.

Um viðrar, endar túrurin við nýútgrivna stabbagrótið, beint við bakaríið hjá Arnold Gaard. Bringumynd av Rasmusi stendir beint við eisini og er ætlanin, at við tíðini, so verður bringumyndin flutt longur oman, so hon veruliga kann koma til sín rætt. Her, uml. Kl. 19:00, fer Hanus Kamban at halda forvitnisligan fyrilestur um Rasmus.

 

Lokali og evnaríki tónleikarin, Tróndur Enni, ið eisini var hann, ið kom við hugskotinum til tiltakið, fer at framføra lag eftir Rasmus Effersøe. Rasmus hevur yrkt nógv løg, men ikki øll vita av, at hann hevur yrkt eitt nú “so vakrar moyggjar” og “føroyingar, sum her nú koma saman”, bert fyri at nevna onkrar.

Er veðrið ikki til vildar, verður farið út í Naddodaneystið, ið er í 2-3 min. gongufrástøðu frá stabbagrótinum. Vit vóna at fólk taka væl ímóti tiltakinum og at hetta kann verða við til, at Rasmus Effersøe í komandi tíðum kann gerast ein størri partur av samleikanum hjá okkum borgarum á Tvøroyri, verður m.a. sagt í skrivi frá Tvøroyrar Kommunu.

 

 

 

Kelda: suðurrás.fo