Minnast John Lennon í dag

Í dag eru 27 ár, síðani John Lennon varð myrdur, og tað minnast fólk kring heimin Eitt av tiltøkunum, sum eru í sambandi við 27 ára dagin, er ein framsýning við myndum av John Lennon. Felags fyri myndirnar er, at tær hava ongantíð verið alment frammi fyrr.

Framsýningin, sum lat upp í London í gjár, eitur ?Remember Love: John Lennon?. Myndirnar eru tiknar í New York, tá John Lennon arbeiddi við plátuni ?Double Fantasy?, sum kom út nakrar fáar vikur, áðrenn hann doyði.

Eitt annað, sum hendi í sambandi við 27 ára dagin, var seinnapartin, tá Friðarsúlan, sum herfyri varð reist á Viðey uttan fyri Reykjavík til minnis um John Lennon, varð tendrað fyri seinastu ferð í ár.