Minnast Karsten Hoydal

Tann 28. mars eru 100 ár liðin, síðani Karsten Hoydal, skald, varð borin í heim. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi í Hoydølum leygardagin klokkan 16.

Skipað verður fyri einum tiltaki framman fyri Gamla húsi í Hoydølum leygardagin klokkan 16, har ein minnispláta, fest á stein, verður avdúkað.

– Á skránni eru røður, kórtónleikur og felagssangur. Eftir hátíðarløtuna verður ein drekkamunnur at fáa inni í Gamla húsi, sigur fyrireikingarnevndin. Og í nevndini sita Ingrið Sondum, Heðin M. Klein, Mikkjal N. Helmsdal og Jákup Símun Simonsen.