Minnast Laiku

Tann 3. novembur í fjør vóru 50 ár liðin, síðani russar sendu eina rakett við tíkina Laika í ringrás um Jørðina, og nú hava teir reist ein minnisvarða til minnis um hana. Sjálvur minnisvarðin er ein stytta, sum ímyndar ein hund, sum stendur á einari rakett, og minniavarðin hevur fingið pláss uttan fyri rannsóknarstovuna, sum russiski herurin hevur í Moskva, tí tað var har, Laika bleiv fyrireikað til rúmdarferðina.

 

Ferðin hjá Laiku fekk stóran týdning, tí um tað mundið visti vísindin ikki, hvørja ávirkan umstøðurnar úti í rúmdini høvdu á livandi verur. Laika livdi sjey dagar í rúmdarfarinum, og hesar dagarnar kundu russiskir vísindamenn kanna, hvussu hon bleiv ávirkað av vektloysi og umstøðunum í rúmdini annars.