Bjarni Djurholm spyr løgmann, nær almenni holocaust-dagurin verður settur í gildi Føroyum.
Á tingfundinum fríggjadagin boðða formaðurin frá fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum spyr løgmann um holocaust-dagin:
– Løgmaður hevur á vári 2013 og aftur í ár boðað frá, at almennur holocaust-dagur verður settur í gildi í Føroyum. Nær verður hetta gjørt? spyr Bjarni Djurholm. Hann vil vísir eisini á, at hesin dagur eigur at verða lýstur sum almennur flaggdagur.
– Løgmaður hevur boðað frá, at Mentamálaráðið skal skipa fyri, at flaggað verður á almenna-holocaust degnum. Hví er hetta ikki avgreitt, tá talan bert er um broytingar í flaggkunngerðini? spyr Bjarni Djurholm.
Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Bjarni Djurholm, at 1. november 2005 samtykti ST einmælt við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og fólkadráp síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kundu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.
Ár 2000 hevði stjórnarstevnan “The Stockholm International Forum on the Holocaust“ álagt øllum luttakandi londum at minnast ofrini í Holcaust og at heiðra tey, sum vágaðu lívið og lótu lív í bardaganum ímóti Holocaust. Danmark luttók.
Longu ár 2002 kunngjørdi Anders Fog Rasmussen, at Danmark í framtíðini skuldi halda 27. januar sum minningardag teirra, sum lótu lív ella vórðu pínd undir Holocaust og øðrum fólkadrápum. Fleiri lond hava bæði áðrenn og síðan sett ST-samtyktina í gildi.
Fólkadrápini hava verið mong í 20. øld. Nøkur dømi:
1. Hererodrápið í Namibia í 1904: 65.000 hererofólk doyðu
2. Namadrápið í Namibia í 1904: 10.000 namafólk doyðu
3. Armenaradrápið 1915 – 1922: 1,5 mió. armenar doyðu
4. Stalindrápini 1928 – 1953: 11 til 14 mió. politisk mótstøðufólk doyðu
5. Holocaust 1941 – 1945: 6 mió. jødar doyðu
6. Reyðu Khmerdrápini 1975 – 1979: 1,7 mió. kambodjanar doyðu
7. Kurdadrápið hjá Saddam Hussein í 1988: 180.000 kurdar doyðu
8. Rwandadrápini í 1990 og frameftir: 800.000 tutsiar doyðu
9. Bosniadrápini í 1992 og frameftir: 100.000 lótu lív
10. Darfurdrápini síðan 2003: millum 100.000 og 300.000 lótu lív
Um 150 føroyskir sjómenn doyðu beinleiðis av krígsávum og nazismuni undir seinna heimsbardaga. Av somu orsøk sótu 239 børn faðirleys í Føroyum orsakað av nazismuni og seinna heimsbardaga.
Í 20. øld vóru umleið 40 mió. hermenn dripnir í kríggi; men orsakað av hesum kríggjum doyðu 150 mió. sivil fólk í 20. øld.
Endamálið við holocaust-minningardegi er:
1.at ávara øll menniskju móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp
2. at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi
3. at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápum
Við hesum í huga verður hesin álvarsligi fyrispurningur settur við tí endamáli, at løgmaður kann taka støðu til og svara, um hann og landsstýrið vilja seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan holocaustdag.
Víst verður til almennu flaggkunngerðina. Kunngerðin var seinast broytt 23. apríl 2003, tá staðfest varð, at flaggast skal á samiska tjóðardegnum. Talan var tá um avgreiðslumál. Somuleiðis kundi staðfestingin av almenna holocaustdegnum verið ein avgreiðsluspurningur, sum kann avgreiðast frá degi til dags.
Bjarni Djurholm hevur eisini sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, sum varðar av flagglógini, sama spurning. Ítøkiliga spyr hann Bjørn Kalsø soleiðis:
– Nær fer landsstýrismaðurin í mentamálum at skipa fyri, at holocaustdagur verður almennur flaggdagur og eyðmerktur soleiðis, at hann fær eitt innihald, har staðfesting av og djúphugsni um søguligu ræðuleikarnar gerst almenn tilvitan?