Á móðurmálsdegnum í dag skipa Málráðið og Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya fyri hátíðarhaldi til heiðurs og minnis um Hammershaimb.
Les meira um V.U. Hammershaimb HER og HER.
Ein vísindaligur partur var í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju í Havn fyrrapartin, har føroyskir og útlendskir fyrilesarar luttóku.
Í kvøld verður skipað fyri almennari kvøldsetu á Reinsarínum í miðbýnum í Havn við sangi, tónleiki og upplestri.
Hetta verður á skránni í kvøld:
- Klokkan 19: Vælkomin
- Felagssangur
- Føðingardagsrøða (Óluva Klettskarð)
- Tónleikur v. Svabonio
- Yrkingaupplestur (Elin á Rógvi og Páll Danielsen)
- Stev - eitt leikbrot. Dramatiskt portrett av VUH (Hans Tórgarð)
- Tónleikur við Svabonio
- Fyrilestur við Birgir Remmel: At stava er lættari - than to spell
- Yrkingaupplestur (Elin á Rógvi og Páll Danielsen)
- Felagssangur