Minngarorð um Rúna Heinesen

Lítið vardi tað meg, at dysturin í Sørvági ímóti SÍ skuldi vera tann seinasti við Rúna sum liðleiðara. Fekk orðið á Rúna hóskvøldið fyri dystin og legði eg tá til merkis, at hann var ikki sum hann plagdi. Fjáltur var á honum.

Eg kom at kenna Rúna, tá ið eg byrjaði at spæla við aðru deild. Minnist ikki, um Rúni byrjaði sum liðleiðari sama árið, men tað var so um tað mundið. Sostatt hevur Rúni verið ein sera stórur partur av mínari tíð sum vaksnamannaleikari í LÍF.
Rúni gjørdi ikki nógv um seg í sínum arbeiði í LÍF, men arbeiðið, sum hann legði eftir seg, var ómetaliga stórt og týdningarmikið. Hann tók sær av at vaska bæði venjingarklæði og dystarklæði, og tað var ongantíð nakað at finnast at. Tvørturímóti. Sum leikari visti tú altíð, hvar tíni klæði vóru, og at alt var, sum tað skuldi. Klæðini vóru altíð væl samanløgd, og var nakað ivamál, kundi tú altíð heita á Rúna. Rúni visti eisini júst, hvussu hvør leikari var, og hvussu viðkomandi vildi hava síni klæði. Hann gekk ikki og spurdi hvønn einstakan, hvat honum dámdi best, men hann fylgdi við og eygleiddi leikararnar. Hann visti, til dømis, at eg, tá ið dystur var, ikki hitaði upp í joggingbuksum. Tí legði hann mær heldur ongar buksur klárar, tá ið vit skuldu spæla dyst. Hann hevði ongantíð spurt meg, men hann visti tað.
Rúni hugsaði altíð nógv um hini og syrgdi fyri, at skil var í. Vit hava verið nógvar suðuroyartúrar við LÍF, og tá var tað altíð Rúni, sum skipaði fyri, at allir leikararnir fingu hvør sín ferðaseðil. Hann gekk runt og býtti út og spurdi allar spælararnar, um teir høvdu fingið ein.
Rúni var spentur sum fáur, tá ið dystur var á skránni, og vunnu vit, var lagið altíð gott. Komi at hugsa um dystin ímóti FS Vágum fyri stuttum. Vit vunnu 1-0, men spælið hevði ikki verið nakað at reypa av, og tá ið avtornaði vóru vit hepnir at vinna. Menn vóru misnøgdir við dystin og gloymdu, at vit, hósast alt, høvdu vunnið. Tá kom Rúni inn í umklæðingarrúmið, ovurfegin og spurdi, um vit ikki vóru glaðir. Vit høvdu jú vunnið dystin, so sjálvandi skuldu vit vera glaðir. Rætt hevði hann!
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Rúna Heinesen.

Tórhallur