Eftir at fýra sonevndir samlisentralar hava verið í Hanstholm í Danmark, eru nú bara tveir eftir. Á samlisentralunum verður fiskurin, sum skipini føra til lands, skildur eftir stødd og dygd, áðrenn hann verður bjóðaður út á fiskamarknaðinum.
Fiskurin verður nú skildur hjá Hanstholm Samlesentral, sum er sera væl útgjørdur og effektivur við nútímans skiljimaskinum.
Orsøkin til, at tørvurin á skiljing er minkandi í Hanstholm, er, at minni fiskur kemur upp á land, samstundis sum fleiri skip pakka fiskin umborð.
Tað er Fiskeri Tidende, sum ber hesi tíðindi.
Ein nýggj frágreiðing staðfestir annars, at havnin í Hanstholm er týdningarmiklasta fiskivinnuhavnin í Danmark.
Eisini á ferðavinnuøkinum er stórur flutningur. Ein týðandi orsøk er siglingin hjá Master Ferries, Fjord Line og Smyril Line.
Havnastjórin, Hans Kjær, sigur, at tilsamans flyta hesi trý reiðaríini 530.000 ferðandi, 119.000 persónbilar og 21.000 lastbilar um Hanstholm um árið. (-vilmund)