Minni fiskur upp á land

Hagtøl vísa, at munandi minni fiskur er komin upp á land fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár sammett við 2007

Fiskiveiðan er munandi minkað fyrstu tríggjar ársfjórðinagrnar í ár. Tilsamans er talan um eina minking í tonsum upp á smá 8.500 tons og í virði er talan um minking upp á 214 milliónir krónur svarandi til 22%.

Av runda fiskinum er tað serliga hýsan og upsin, sum er minkaður, ávikavist 4.558 tons svarandi til heili 42% og 4.835 tons svarandi til eina minkming á 11%.

Toskur og annar botnfiskur er kortini bert minkaður ávikavist 449 tons og 693 tons, svarandi til eina minking á ávikavist 5% og 6%.

Tilsamans er veiðan eftir botnfiski minkað við góðum 10.500 tonsum út 77.725 tonsum niður í 67.190 tons, ein minking á 14%.

Eisini veiðan eftir flatfiski er minkað úr 5.399 tonsum niður í 4.918 tons. Tó skal viðmerkjast, at veiðan eftir svartkalva er vaksin úr 1.019 tonsum upp í 2.202 tons. Sama er galdandi fyri »Onnur fiskasløg«, har veiðan er vaksin úr 15.094 tonsum upp í 20.443 tons, ein vøkstur í tonsum upp á 35%, tó bert ein vøkstur í virði á 7%.

Samlaða veiðan tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár var 93.976 tons móti 102.413 tonsum sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein minking upp á 8.437 tons svarandi til 8%, men virðið er tó minkað væl meiri úr 966 milliónum krónum niður í 752 milliónir, ein minking á 214 milliónir svarandi til 22%.