Minni ójavni í Føroyum enn aðrastaðni

Her eru høvuðsniðurstøðurnar í kanning av fátækaváða

Hagstova Føroya hevur gjørt nýggja kanning av fátækaváða og inntøkubýti í Føroyum.

Høvuðsniðurstøðurnar í kanningini eru hesar:

Tann nýggja uppgerðin, sum er fyri árið 2015, vísir ikki stórar broytingar í mun til undanfarin ár. Høvuðsniðurstøðurnar eru tær somu við frávikum:


Ójavnin er minni í Føroyum enn í flest øðrum londum:

-Sonevnda Gini-vísitalið - eitt ójavnismát, ið gongur millum 0 og 100% - er 23,3 fyri Føroyar og t.d. 28,8 í Danmark. Ginið-talið er vaksið spakuliga frá 19,3 í 2009 til 21,6 í 2011 og nú 23,3 í 2015. Gini-talið varð støðugt árini 2012-14.

Færri fólk eru í fátækraváða í Føroyum enn flest øðrum londum:

- 10,6% í Føroyum og 9,6% í Íslandi. 11-14% í hinum Norðurlondunum. Hesin parturin er tó vaksin nakað, frá 8,8% í 2009 og 8,5% í 2010 til nú 10,6% í 2015.


Parturin av fólkinum, sum er í fátækraváða, er størstur í Suðuroy og Sandoy:

- 15-19% har, mótvegis 9-12% í hinum sýslunum. 

- Tað er í húskisbólkinum støk uttan børn, at ójavnin í bólkinum sjálvum er størstur:

- Har er Gini-talið 29,6 samanborið við 23,3 fyri øll húski.


Stakir uppihaldarar eru mest í fátækraváða:

- 63,8% fyri tey, sum hava barn 0-5 ár, og 39,4% fyri tey við barni 6-17 ár, samanborið við 10,6% fyri øll húski.


Eftir aldursbólkum eru tað tey 67 ára gomlu og eldru, sum eru nógv flest í fátækraváða:

- 27,4%, og er parturin vaksin seinni árini. 67 ár o.e eru tættari uppi undir markinum fyri fátækraváða enn øll hini í fátækraváða.