Minni og bíligari Rolls-Royce

Ein nýggjur og minni Rolls-Royce 200EX kemur eftir ætlan á marknaðin í 2010. BMW fyritøkan í Onglandi, Rolls-Royce, hevur í longri tíð latið upplýsingar leka út um at ein minni og bíligari Rolls-Royce er á veg.

Nú er bilurin, sum hevur fingið modellnavnið Rolls-Royce 200EX, við at vera klárur og kemur á marknaðin komandi ár, verður upplýst frá Rolls Royce.

Hóast Rolls-Royce 200EX als ikki er nakar lítil bilur, er talan um ein bil, sum verður nakað minni enn tann størsti Rolls Royce Phantom.

Rolls-Royce eru sera sparnir við tekniskum upplýsingum, teir siga tó so mikið sum at 200EX fer at fáast við einum spildurnýggjum V12 motori.

Prísin verður heldur einki sagt um, men vit kunnu upplýsa at tann stóri Rolls-Royce Phantom kostar yvir 8 milliónir at keypa í Danmark.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum