Var eg spurd, vildi eg sagt: »Landslagið er tað sama, sum tá eg fór heiman í frá fyri 47 árum síðani. Veðurlagið er tað sama, sum tá eg fór, men fólkið er broytt ómetaliga nógv í hesi 47 árini, tá eg var 20. Materialisman tók valdið longu seinastu helvt av hálvfjersunum. Nú sigur tú óiva sum so: »Tá var stýrið sosialistiskt, so hettar kunnu vit ikki…?«
Børnini fingu pening ístaðin fyri kærleika frá foreldrum, ommum og abbum. Sosialisman í heiminum viknaði í hvørjum. Tað bleiv til »títt og mítt«. Tá skrivaði eg hesa yrking:
Mangt er at minnast frá barnsbeini av
so vøkur minnir øll somul
frá sólin reis og til hon fór í kav.
Nú eri eg skjótt vorðin gomul.
Tó minnist eg mammu, tí bestu í verð
hon er fyri mær sólin bjarta.
Hon fylgir við mær á mínari ferð
minnini liva í hjarta.
Føðiland Føroyar, eg elski teg høgt
hvønn tind, hvønn stein, hvørja bylgju.
Hvar enn á jørð mín leið veðrur løgd
minnini altíð mær fylgja.
Land mítt, tú grætur líka sum eg
myrkur yvir klettunum liggur.
Tó skalt tú vita, at eg elski teg
minnini hava vit eftir.