Minni vindur komandi vikuna

Danska veðurstovan DMI væntar minni vind komandi vikuna, men fríggjadagin verður aftur upp móti 20 metrum um sekundið.

Eitt lágtrýst við Suðurgrønland fer norður gjøgnum Grønlandsfjørðin og tilhoyrandi brúgvaløg koma inn yvir Føroyar. Týsdagin flyta tey seg longur eystur. Síðani verður veðrið støðugari, orsaka av einum hátrýstsryggi sunnanfyri, innan nýggj brúgvaløg koma inn yvir oyggjarnar úr suðri.

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í strið av suðri og útsynningi, men um kvøldið minkar hann vindin nakað. Samdrigið og regn meginpartin av tíðini og hitin um 10 stig. Mánanáttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Framvegis skýggjað, men bert regn av og á og hitin um 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin um 10 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein vestan og minkar niður í fleyr til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og stundum regn og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin verður fleyr til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Tað klárar í, men verður enn samdrigið og okkurt æli og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið. Turt og klárt, men sum frá líður samdrigið og támut og møguliga mjørki. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mikudagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men út á dagin fleyr til andøvsgul av eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt, men támut og fyrrapartin møguliga mjørki. Um náttina gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað, men turt. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið, regn og ælaveður. Hitin alt døgnið millu 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið, av suðri og útsynningi. Fyrst ælaveður, seinni regn. Hitin um 10 stig.