Í leygardags Sosialinum seinast (16.10) var stutt viðtal við Ríkisumboðskvinnuna, sum segði, at viðgerðin á tingi um Hvítubók var á professionellum støði. Hetta kann hon ómøguligt meina. Sama ger, flestu føroyingar halda tað beint øvugta, at hetta var helst tað mest syrgiliga kapitlið í løgtingsins søgu. Størsta álvarsmál í Føroya søgu, og so viðgjørt á so lágum støði. Við brikslum lygnum og mikrofongreði.
Vit eru mong, sum høvdu ta fatan, at fullveldisprosessin skuldi fremjast gjøgnum samgonguskjalið, ikki at samgonguskjalið skuldi broytast, so at tað verður minnilutin, ið ræður.
Tað man vera púra greitt, at Tjóðveldisflokkurin hevur slakað nógv mest av samgonguflokkunum. Himmalvíður munur er á fullveldi og loysing. Og kortini eru helst flest av okkum loysingarfólkum til reiðar at byrja við fullveldinum, sum avgjørdum minstakravi, so loysingin kann koma 3-5-10-15 ella 20 ár seinni. Og um danastjórnin framvegis ikki er fyri at veita okkum eina rímuliga skiftistíð, ja so mugu vit taka loysingina beinanvegin. Slíkt fer ikki júst at pynta um danska umdømið í altjóða høpi. Men vit megna ódnartakið, eingin ivi um tað. Minni enn fullveldi merkir klárt og greitt, at vit við sama lag eru innan fyri sonevnda ríkisfelagsskapin (Ríkisfelagsskapur annars eitt skeivt orð fyri ta skipan, vit hava havt síðan 1948, tí at eitt land hevur alla hesa tíð rátt yvir tveimum øðrum).
Í longri tíð er sonn hatursherferð farin fram móti Høgna Hoydal. Hann er ov ungur, arbeiðir nógv ov skjótt o.s.fr. Havi altíð havt ta fatan, at her á landi hevur verið sum ein dygd at meta at arbeiða, og ongantíð betur, um arbeiðið verður gjørt skjott og væl. Sannleikin er púra einfalt tann, at endiliga kom ein ungur maður inn á ting og síðani í landsstýrið, ein maður, sum dugir og vil arbeiða fyri tí, hann varð valdur uppá og sum hann, flokkur hansara og mong, mong onnur taka undir við. Ja, tá til stykkis kemur, helst dyggur meiriluti av Føroya fólki. Í føroyskari politiskari søgu hevur eingin arbeitt so skjótt og væl áður. Høgni Hoydal er eindømi í føroyskari politiskari søgu. Afturfyri hevur hann fingið skitin orð og eitt ótal av lortaspannum frá andstøðufólki, ið eru frá sær sjálvum yvir at ein ungur arbeiðssamur landsstýrismaður ger sína skyldu.
Ja, fyri stuttum kom eitt fossil, sum ketta upp úr høvdatrog, og segði bart út, at Høgni Hoydal arbeiddi ov skjótt. Hansara arbeiði minti mest av øllum um eitt statskvett! Jú, vit hava upplivað, at løgting og landsstýri hava sovið í stívliga fimti ár. Og hóast enn finnast fólk av slagnum »best man vera sum er, vit hava ikki ráð, vit duga einki«, so er skommin teirra. Men nú skal arbeiðast, og tað skjótt. Fáa vit ikki fullveldi komandi ár, fáa vit tað aldri, og koma í allar ævir at súgva av donsku boppuni.
At tað skal vera so alneyðugt við hesi breiðu semjuni, man vera stórt ivamál. Sjálvandi skal og má samgonguskjalið vera uppskriftin upp á framferðarháttin. Einki við at víkja og bakka. Skal leiðslan í Javnaðarflokkinum fáa sín vilja, so ræður minnilutin. Um vit so hava 117 meiningarkanningar, so er og verður tað samgonguskjalið, ið fylgjast skal.
Um allan heim stríðast fólk fyri frælsi, tey lata lív í blóðugum frælsisstríðnum. Eitt tað seinasta dømi er Eysturtimor, har 80% atkvøddu fyri loysing. Úrslitið varð eitt ófatuligt blóðbað, fyriskipað og framt av sambandsmonnum og indonesiskum hermonnum, sum frá hond hava dripið loysingarmenn og børn teirra, umframt nunnur og prestar, sum eru har fyri at hjálpa.
Og her á landi finnast sambandsfólk innan fleiri flokkar, fólk, ið ongan stoltleika eiga, fólk sum vilja, at danir skulu gjalda fyri luxsuslív teirra vælbjargaðu, fyri luxusbilar og glæstriborgir teirra.
Og hvussu við kristnu hugsjónini? Er hon púra gloymd í syrgiligu løgtingsviðgerðini av Hvítubók? Vit sláa okkum fyri bringuna og kalla okkum eina kristna tjóð, samstundis sum vit eyðræna danska arbeiðaran, sum frammanundan er ovbyrjaður av skattatrýsti. Kristindómur og eyðræning kunnu ikki rættiliga sameinast, hóast søgan veit at siga frá ófatuligum fólkamorðum, framd í Guðs navni.
Við øllum hesum í baksýni, kann ikki sigast annað enn at føroyska fullveldisprosessin er tann med demokratiska, heimurin higartil hevur upplivað.
Og alt bendir á, at persónarnir í víðastu fullveldisprosessini eru føddir við 100 ára millumbili: Nólsoyar Páll: 1766, Jóannes Patursson: 1866, Høgni Hoydal 1966.
»Nú er tann stundin komin til handa...« yrkti bóndin á sinni. Og tá allar tær mongu dagbøkurnar verða kannaður um 100 ár, fara fólk at undrast yvir, at í tí Harrans ári 1999 framvegis vóru fólk, ið ikki enn vóru fullvís í, at Tjóðveldis Føroyar fór at gerast veruleikin um fá ár:
Tórshavn, á Dagbókadegi, 20. okt. 1999
Arnbjørn R. Thomsen