Minning ognað mínum góða vini, Berg Rasmussen

Nú er tíð fráliðin síðan vit skiltust. Tú fór yvir eitt hav, ið ikki komast kann aftur frá. Hetta hav fara vit øll eisini um ein dag. Vit menniskju standa framvegis enn spurin hví, og summi koma nokk at standa so í rúma tíð. Tó tað er nakað ófrættakent á ferðini yvir hatta havið. Ferðin elvir til sorg, trega og ikki minst sakn. Ikki sum tá tú skal til Ísland ella Danmark, sum Berg so ofta síðstu tíðina vitjaði vegna álvarsligt heilsubrek.
Eg kom at kenna Berg, tá vit vóru smádreingir. Vit vóru javnaldrar og byrjaðu í fyrsta flokki í nítjan sjeyti saman við nógvum skúlafelagum. Ja, summi hava sett seg fast í tað enn óskrivaðu Føroya søgu, men lat tað fara, tí handan havið eru vit nokk øll eins, og vágskálin, ið vigar okkara innara virði, er ikki altíð í menniskjaligari javnvág. Tað veldst um hvør vektarmaðurin er.
Barna- og ungdómsár okkara fuku tregaleys avstað. Alt var nýtt og hvør dagur var ein avbjóðing í sær sjálvum. Vit fingu okkum ross og riðu mangan túrin runt um oynna, eisini vóru vit á Streymoynni til kappríðingar og tílíkt. Tó vóru ungdómsár okkara ikki lýtaleys, langt frá, men ofta veldst tað um eyga ið sær.
Berg og eg, saman við vinum, livdu lívið, onkutíð fóru vit út um mark, men hvat fyri eitt mark? Mørk verða sum oftast sett av klombrum, ið ikki síggja skógin ella plantaguna fyri berum trøum. Afturlítandi síggi eg hesa tíðina sum nakað vakurt og dýrabart. Okkurt er av tíðarinnar tonn kámað í minni mínum, tó er kenslan mjúk sum fínasta lín.
Berg og eg komu javnan saman í okkara vaksnamannalívi, eisini tá vit funnu okkum makar. Hann úr Nólsoy, og eg úr Miðvági, og vil eg meta, at hesar kvinnur hava verið okkum hollir stuðlar, so vit valdu helst rætt. Kreppuárini flutti Berg við húski niður á skúla, men tey vóru skjót aftur, tá útbúgvingarnar vóru loknar, og so til verka.
Ofta verður tikið til orðana, at maður ikki verður róstur fyrr enn hann er farin, men her er nokk ikki samsvar. Berg var av raskastu monnum, nærlagdur og valgjørdur. Tað prógva verkini, ”varðarnir”, eftir hann. Og hansara framúr handverk og skjótleiki var ofta á mannamunni meðan hann enn var á lívi.
Men við eitt trein sjúkan inn í lív hansara, hervulig sótt, fekk hann at vita beinanvegin. Vit, ið stóðu sum eygleiðarar undraðust ofta á, hvussu róliga og sinniliga hann tók tað. Serliga við eini vón um, at tað fór at ganga, og í rúma tíð sá tað út sum, at hann hevði vunnið á sjúkuni. Tó sum snarljós av klárum himni var sjúkan aftur har.
Lagnunar speisemi gjørdi, at Berg og eg komu at vera sera nógv saman tað síðstu tíðina, áðrenn hann fór yvir havið. Og tað einu tíðina sá tað út sum, at eg eisini skuldi á ferð. Tá virkaði Berg sum tann stóri uggarin og hjálparin saman við Sunrid. Takk fyri tað, góðu vinir.
Kvøldið fyri Berg flutti her frá var eg og vitjaði hann. Hann virkaði móður, men ein vón var enn at hóma. Vit hugdu í sjónvarp um hendingina 26. septembur, tá flogfarið rendi á Knúk í Mykinesi. Tá vóru fýrati ár liðin, síðan vit tann leygardagin sótu í fyrsta flokki í Sørvágs skúla og við barnaeygum eygleiddu støðuna. Síðani søgdu vit, VIT SÍGGJAST, og tað gera vit handan Havið.
Góða Sunrid, Durita, Eyð, Beinir og Eyðun, orð eru so fátøk, má Guð styrkja tykkum í hesi stóru sorg, og Jesus verði við tykkum.
---------
holgar