Minning um vinin Niels Midjord

Lítið vardi tað meg, tá vit tosaðu saman fríggjadagin, at hetta skuldi blíva seinasta samrøðan við teg her á fold. Vit mundu tosa saman í góðan tíma, tú av Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og eg uttan fyri Rokoko í Norðagøtu, har eg bíðaði eftir Eriku, ið var farin inn at keypa.

 

Tú var glaður fyri, at viðgerðin hevði riggað væl og fortaldi mær, at tú føldi teg sera væl. Eg var sera fegin um, at tann meinbogi, ið ein blóðtøppur er, var farin afturum, og at vit aftur kundu taka táttin upp við tónleikinum. Tú bað meg heilsa Eriku, og tú gleddi teg til pannukakurnar, ið eg faktiskt lovaði, at hon skuldi gera, tá nú tú og Jaspur skuldu koma vestur aftur at gera lidna verkætlanina, har tú sum fyrsti føroyingur spælir svenskan, tvíarmaða luttinn.

 

Men skjótt er Harranum um. Leygardagin, tá tú vart komin heim aftur til Føroya, fór tú frá okkum. Tað var, sum um tíðin stóð still, tá Jaspur ringdi til mín og segði, at tú var deyður.

 

Niels, eg var so heppin at kenna teg, og okkara vinskapur hevur givið mær nógv. Títt gittarspæl, tín rødd, tínar umsetingar. Bara tað at vera saman við tær, var ein uppliving. Nú tagnaði alt brádliga, alt ov brádliga.

 

Niels, tú var eisini ein, ið tordi at tosa Roma ímóti og ræddist ikki marionettdukkurnar. Tú var heldur ikki limur í P/F Interrós, ið stórskaldið Poul F. ávaraði ímóti, og sum framvegis sýnist at hava gróðrarlíkindi í føroyska mentanarlívinum. Tú var helst alt ov stórur mentamaður til slíkt.

 

Eg havi mist ein góðan vin og lærumeistara. Takk fyri løturnar, Niels. Eg takki fyri, at eg kom at kenna teg, og eg vildi havt teg her leingi afturat, men Harrans vegir eru ikki okkara. Vit síggjast aftur.

 

Við kirkjugarðsins hvíta, fjálga lið,

 

har troyttar lagnur finna sálarfrið.

 

Har farnir vinir sova sælan blund,

 

ein dag vit aftur seta teimum fund.

 

Friður veri við minninum um vinin og mentamannin Niels Midjord.

 

holgar