Minningardagur verður sunnudagin

Sunnudagin 7. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey sum liva við missinum.
Eins og undanfarin ár verður minningardagurin hildin fyrsta sunnudagin í juli. Henda dagin verða blómutyssi løgd út har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Evnið, deyð í ferðsluni, verður eisini tikið upp í kirkjum og samkomum. Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum kravdi mannalív í 1928 eru tilsamans 274 deyð.
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.
Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Møguligt er at stuðla tiltakinum við at seta pening inn á konto í Eik.