Minningargonga í Toulouse

Fleiri túsund fólk vóru í dag í gøtunum í franska býnum Toulouse, har tey mintust tey sjey fólkini, sum Mohamed Merah skjeyt.

Fýra av teimum sjey, sum tann 23 ára gamli Mohamed Merah (hm. á myndini) myrdi, vóru jødar, og hini trý høvdu sínar røtur í Norðurafrika. Tí gingu fólk í dag syrgigongu fram við jødiska skúlanum, har Merah skjeyt ein lærara og trý børn, og frammanundan høvdu fyrireikararnir skipað fyri einum tilsvarandi tiltaki í Montaban, har Merah skjeyt fýra franskar hermenn. Tríggir teirra doyðu, og tann fjórði er enn á sjúkrahúsi.

Mohamed Merah doyði í skotbardaga við løgregluna í Toulouse, men í gjár varð eldri beiggi hansara, Abdelkader Merah (vm. á myndini), skuldsettur fyri at hava hjálpt honum.