info
Ongi úrslit

Minningargrein um Karolinu Petersen

Í bók eftir Else Marie Juhl Thomsen og Birthe Rosengaard Knudsen ”Mod til synlighed”, sum er komin á marknaðin í ár, verður sagt frá hvussu megnarkvinnur allýsast.

info
23. oktober 2006 kl. 13:48
Í bókini verður sagt frá einum ringi, sum hevur 3 rúm, har hvørt rúmið hevur sína yvirskrift. 
 
1. Dirvi at seta ljós og ljóð á
2. Dirvi at seta í gongd verkætlanir og gjøgnumføra tær
3. Dirvi at vera sín egin
 
Karolina stendur væl og virðiliga royndina um at hoyra til bólkin av megnarkvinnum, og hevur við lívslanga arbeiði sínum prógvað, at tað loysir seg at stríðast, tá ið hugsjónir og sjónir ganga fram um dagligt breyðstrev.
 
Undirritaða kom sum 15 ára gomul á ALV og var ein av teimum fýra fyrstu  næmingunum, sum tóku ”handelsmedhjælpereksamen” á skúlanum við Àir.
 
Skúlaárið 1960/61 gav mær persónliga eina búning  bæði fakliga og menniskjan-liga, har Karolina Petersen var ein fyrimynd.
 
Eg fekk innlit í, hvussu ein kvinna saman við sínum hjúnafelaga var før fyri at ganga nýggjar leiðir innan almanna økið í Føroyum. Hon setti skúla á stovn og somuleiðis fleiri stovnar, har aðalmálið var at hjálpa teimum við skerdum førleika.
 
Sum ung kona tók Karolina Petersen á seg eina stóra samfelagsskyldu at hjálpa fólki við skerdum førleika, og var hon við til at menna sosiala medvitið hjá øllum føroyingum, og ikki minst hjá politiska myndugleikanum. Hon fór til verka við stórum menniskjanligum autoriteti, og fekk stovnar at koyra, langt áðrenn onnur  veruliga høvdu fatað, hvat var í gongd.
 
Tey stóru avrikini í lívinum hjá Karolinu Petersen eru millum onnur :
Alv Skúlin við Áir, har nógv hava fingið førleika at fóta sær aftur í lívinum.
Arbeiðsmøguleikar á Postverki Føroya á frímerkjadeildini til fólk við breki.
Stovnar fyri heilsubrekað fólk bæði í Tórshavn og í Runavík.
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn var eisini hennara hjartamál. Hon legði lunnar til henda stovn saman við øðrum. Hetta hotel hevur hýst mongum føroyingi, sum hevur verið noyddir til at fara til viðgerðar í Danmark.
Í 1988 var Karolina Petersen landsstýrismaður, og her fekk hon framt fleiri av sínum hjartamálum at hjálpa teimum, hvørs lívsumstøður ikki høvdu verið góðar.
 
Í 2005 fekk Karolina Petersen riddarakrossin frá Margretu drottning fyri sítt stóra og drúgva samfelagsarbeiði og sítt slóðbrótandi virki sum røddin hjá teimum veiku og verjuleysu.
 
 
Nýliga hevur Sjónvarp Føroya gjørt ein frálíka sending um skúlaleiðaran og  megnarkvinnuna Karolinu Petersen, og beinraknari mynd kann neyvan gerast, tí her
segði hon sjálv frá royndum á lívsleiðini, og vísti á, at uttan hjúnafelagan Petur Petersen, prest hevði mangan verið trupult.
 
Størsti eginleiki hjá Karolinu var allarhelst,  at hon var trúgv ímóti sínum veruligu ynskjum um bata hjá teimum verjuleysu, og at hon ongantíð tók eitt nei fyri eitt nei, tá hon visti betri, og tískil var tað at stríðast fyri  ”góðu sakini” hennara  aðalmál.
 
Eg og maðurin Sigfríður hugsa um teg Petur og sonin Kára og ynskja tykkum troyst í sorgini.
 
Við hesum fáu orðum fari eg at lýsa frið yvir Karolinu Petersen.
 
 
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni
 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

1 tími síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

1 tími síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

2 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

4 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

4 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

5 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

5 tímar síðan