Longu í fyrradagin varð minningargudstænasta hildin fyri teimum, sum vóru við AF 447. Gudstænastan varð hildin í Notre Dame í Paris, og nógvar religiónir, sum vóru umboðaðar umborð, vóru eisini umboðaðar í stóra katedralinum í Paris, har tey deyðu vórðu mint.
Gudstænastan endaði við yrkingini, fótaspor í sandinum, ella Passos sobre a areia, sum brasilski høvdundurin Ademar de Barros hevur skrivað í samband við hendingina.
Umboð fyri Air France luttóku eisini til minningargudstænastuna. Tey vóru har fyri at syrgja yvir sínum starvsfeløgunum, samstundis, sum tey skipaðu fyri gudstænastuni.