Í morgin, týsdagin 14. november, eru 100 ár liðin síðan ringa útróðrardagin hin 14. november 1923, tá fýra mans úr Miðvági (úr Húsi og av Dalbø) sjólótust á Tanganum, og 20 mans vórðu bjargaðir undir truplum umstøðum.
Hendan dagin vóru fimm bátar úr Húsi á útróðri, tá knappliga kavastormur av landnyrðingi norðri brast á. Róð varð við árabátum (4-, 5- og 6- mannafør). Báturin Proppur koppaði, og fýra av fimm monnum sjólótust.
Hinir bátarnir vóru eisini illa staddir, og tveir mans fingu seinni heiðursløn frá Carnigiefondinum fyri "heltemodig redningstjeneste." Tríggir av teimum 20 monnunum, ið vórðu bjargaðir, sjólótust 19 ár seinni við Nýggjabergi.
Fólkateljingin frá 1921 vísir, at tað vóru 41 sethús (235 fólk) í Húsi, á Dalbø og á Bakkanum um hetta mundi. 25 mans úr 15 av húsunum vóru farnir til útróðrar hendan dagin. Um 11 tíðina brast hann á við kavastormi av ringasta slag, fýra mans sjólótust og 20 vórðu bjargaðir.
Týsdagin klokkan 18.30 verður minningarløta við minnisvarðan í Miðvági. Marjun í Kálvalíð, prestur, hevur andakt, og kransur verður lagdur. Teir, sum sjólótust hendan dagin, vóru: Hans Dánial Joensen (29 ár), brøðurnir, Jørgen F. Joensen (19 ár) og Johannes N. Joensen (17 ár), og Karl Johansen (17 ár).
Eftir løtuna við minnisvarðan verður minnisløta í bygdaskúlanum klokkan 19.15. Her verða frágreiðingar um ringa útróðrardagin fyri 100 árum síðan.
Sámal Ravnsfjall, Systkini á Løgmansbø og Tórfríð Tavsen fara at framføra nakrar sangir, og síðan verður drekka og framsýning við ymiskum frásagnum frá degnum og heiðurslønir frá Carnigiegrunninum verður vístar, umframt brot úr fólkateljingini frá 1921 og úr bókini um Kirkjugarðar í Vágum.
Stigtakarar til minnisløtuna eru Andras Davidsen, Jan Johannesen og Kári Thorsteinsson, saman við Vága kommunu.