Tað varð av fagrasta veðri til minningarhaldið í Klaksvík í gjár, har hópin av fólki var samankomið, sum altíð.
Tað var Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, ið beyð vælkomin, meðan Eyðun Elttør flutti fram røðu, har hann m. a. leit aftur í søguna og í brotum greiddi frá hendingunum kring Ernestinu, Fossanes og Ekliptiku.
Hann hugleiddi um sunnudagin 29. august 1943, tá ið hátíðarhald var kring sama minnisvarða í Vágstúni.
Tvey ár frammanundan var Ekliptika horvin á veg heim úr Aberdeen. Fimm ár frammanundan var Fossanes farin á Suðurlandinum og allir sjólótust. 13 ár frammanundan var Ernstine farin á land í Íslandi, har fleiri sjólótust, hóast teir flestu vórðu bjargaðir.
Hesi vóru øll skip, ið høvdu heimstað í Klakksvík.
Fyri at æra minnið um hesar menn, ið fórust - og aðrar við, varð hesin minnisvarði reistur í 1942, og hann hevur verið ein tigandi boðberi gjøgnum hesi mongu ár síðani, og ein áminning um tað, ið havið kravdi. Havið, ið annars hevur givið føroyingum so nógv.
Við til minnignarhaldið í Klaksvík í gjár vóru eisini tvey umboð fyri verjuskipið Ejnar Mikkelsen, sum lá á Klaksvík ? Troels Sandwall, skipari og Søren Scheller, stýrimaður.
Yvirstýrimaður á Ejnar Mikkelsen er føroyingurin Rúni í Dali.
Kransar vórðu lagdir av
Klaksvíkar Býráð: Gunvá við Keldu
Føroya Landsstýri: Jacob Vestergaard
Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson
Kórsangur var við sangbólkinum Vitinum og eisini var felagssangur.
Tiltakið endaði við at Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri takkaði og tók saman um.