Minningarhald í Newcastle fyri sjólætnar føroyingar

Tíðindaskriv

Komandi sunnudag verður stórt minningarhald fyri krígssiglarum, sum lótu lív undir seinna heimsbaradag - teirra millum fyri teimum 149 føroysku sjómonnunum, sum lótu lív undir krígnum, og sum sambært The Imperial Graves Commission vóru krígssiglarar.
Føroyingar eru eisini bodnir við til minningarhaldið, og Petur Andrew Petersen hevur skipað fyri ferðini. Hann hevur boðið 10 heiðursgestum við til minningarhaldið. Teir eru Marin Heinesen, dóttur Klæmint Jacobsen, ið bleiv heiðraður við at gerast Member of the most Excellent Order of the British Empire; Petra Arge, kona Niels Juel Arge, søgu- og tíðindamann; Lisa Nolsøe, kona Páll Nolsøe, søgumann; Óli Olsen, navigatiónslærari; Óli Jacobsen, Fiskimannafelagið; Ellintur Abrahamsen, Skipara- og Navigatørfelagið; Tróndur Patursson, listamaður; Jákup Sólstein, Reiðarafelagið; Jógvan Nybo, Maskinmeistarafelagið; Bjørn Kalsø, Føroya Landsstýri; og Hergeir Nielsen, Føroya Løgting.
Harumframt verða umboð fyri fjølmiðlarnar boðin við.
Til tess at fíggja ferðina, hevur Petur Andrew heitt á Føroya Landsstýrið, Føroya Løgting, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið um at stuðla ferðini.
Farið verður við Atlantic Airways úr Vágum 15. mai beinleiðis til Newastle, og komið verður aftur 17. mai, beinleiðis úr Newcastle.