Í dag er 1. november, minningardagur teirra sjólátnu. Kring landið verður tí skipað fyri minningarhaldum í hesum sambandi Seinnapartin verður skipað fyri minningarhaldi teirra sjólátnu í Klaksvík.
Tiltakið verður við minnisvarðan í Vágstúni og byrjar kl. 15:30.
Við minningarhaldið fer Poul Færø, trúboðari at flyta fram røðu, eins og sangbólkurin Suð fer at syngja tveir sangir.
Kransar verða somuleiðis lagdir við minnisvarðan, av borgarstjóranum, Steinbjørn O. Jacobsen fyri býráðið, Bjørn Kalsø, landsstýrismanni fyri landsstýrið, Ólavur Poulsen fyri Útróðrarfelagið, Jóhan Andrias Reyðberg fyri Arbeiðsmannafelagið og Hanna Isaksen fyri Arbeiðskvinnufelagið.
Tiltakið er alment.