Eg sigla man yvir lívsins hav,
meg ber hin skiftandi bylgja
Símin Højgaard livdi við blóðkrabbameini í seks ár. Sum lívskraftin viknaði, komu hjáárin, ið voldu honum sjúku og pínu. Hann andaðist 69 ára gamal á Landssjúkrahúsinum
Næst yngstur av fýra systkjum vaks hann um í Brekkunum á Toftum. Sum smádrongur baldist hann á sjónum saman við pápanum, beiggjum o.ø.
Tokkin til siglandi skúrur heldur enn spákan á landi førdu til, at hann øll síni virknu ár sigldi sum dekkari, bestimaður og skipari. Sína fyrstu siglingarløn fekk hann sum 12 ára gamal fyri at føra ferðafólk turrskødd av Toftum til Strendur við opnum báti. Soleiðis var tað tá.
Í 1964 búsettis Símin í Runavík við konu síni Hjørdis. Familjulívið myndaðist av fimm børnum, teirra makum og níggju abbabørnum.
Heima lá honum frammaliga at verea virkin. Handalig avrik avgreiddust hegnisliga bæði við huga og sál, men einamest treivst hann í práti við familju, vinum og kenningum. Opin fyri tíðarinnar veruleikum.
Hann var góðsligur maður, sum vísti nærum óendaligt hjartalag og tolsemi. Sum familja kendu vit okkum trygg í nærveru hansara, hvussu lívið so annars leikaði. Í honum sóu vit stúran og stríð ganga hond í hond við vón og gleði.
At enda untist honum ikki at luttaka fult og heilt í lívinum. Hann slapp undan at liggja sjúkur leingi, men livdi seinasta skeiðið í iva og vón um, hvussu nógvir dagar honum vóru tillutaðir. Treyðugt segði hann farvæl við síni kæru.
Símun hevði verið 70 ár tann 24. juli, um lagnan ikki vildi honum tað øðrvísi.
Góði pápi og maður
Hjá okkum kendist óendaliga sva´rt at missa teg, hóst vit leingi í stillum stúrdu. Tú livdi tínar seinastu seks dgar á intensivu deild í respirator, og vit væntaðu, óttafull og undrandi, at tú enn eina ferð fór at hóra undan; von við at tú ikki legði frá tær.
Á 70 ára føðingardegi tínum hátíðarhildu vit dagin við minninum um teg, sum fylgir okkum. Í sakni føla vit takksemi fyri alt, tú hevur verið fyri okkum. Uggan í at tú nú ikki følir sárka og pínum, og at vit einaferð síggjast aftur.
Lat akker falla! Eg náddi havn,
farvæl, tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir meg blíðar kalla,
nú stilt mítt akker man niður falla
í tryggu, sælu hvíldarhavn!
Hvíl í fríði
Hjørdis og børnini