Minningarorð Signar Vilhelmsen

13.11.1971-13.05.2007

Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur. Hettar gamla orðatakið fingu vit so dyggiliga staðfest, tá okkara góði vinur og starvsfelagi Signar Vilhelmsen andaðist sunnumorgunin 13. mai, einans 35 ára gamal.


Tað er við stórari sorg og sakni, eg royni at skriva nøkur minningarorð um vinmannin Signar, sum sigldi við okkum øll árini síðan Vesturtúgvan bleiv keypt til Sandavágs.


Signar kom at sigla við okkum fyri góðum sjey árum síðani, hann varð tá forlovaður við einari fittari sørvágsgentu, sum nakað seinni bleiv hansara kona. Signar var ein sera fittur og siðiligur maður, altíð klárur tá nakað arbeiði skuldi gerast, við einum jaligum lyndi, sum stimbraði alt mannskapið í teirra arbeiði.


At Signar so brádliga bleiv tikin burtur kom púra óvart á okkum allar, og ikki minst á Signar sjálvan. Sótu síðsta túrin og tosaðu og flentu at soninum Allan Paula, hvussu fittur og smílandi hann er, og hvussu hann gleddi seg til at fara til Florida við sínari konu, sum hann ikki smæddist at vísa, hvussu høgt hann elskaði.


Nú eg siti umborð aftur henda fyrsta túrin aftan á jarðarferðina og sakni Signar ímillum okkum, leiti eg mær styrki hjá Harranum, tí at skilja hetta er mær ov torført, men eg veit, at Harrin ongantíð tekur feil, og at Harrin fer at geva tykkum styrki í hesum tungu døgum.


Inga Poulsen Dam, prestur, segði nakað soleiðis í kirkjuni, at tað var ikki tað týdningarmesta hvussu nógv ár man livdi, men hvussu man livdi tey ár, man fekk tillutað og har trúgvi eg, at øll, sum kendu Signar, eru samd í, at tað dugdi Signar til fulnar.


Eg byrjaðu við at skriva at eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur, hetta er so satt sum tað er sagt.


Góða Lív og Allan Pauli, orð eru so fátæk tá ein so brádliga verður skildur frá tí man elskar, tá er gott at eiga so nógv góð og vøkur minnir, sum vit eiga um Signar.


Má Gud signa og styrkja tykkum øll, konu, son, foreldur, systkin og svigarforeldur í tykkara stóru sorg.


Heilsan manning og reiðarí á Vesturtúgvu