Minningarorð um abba min

Viggo Alfred Kjærbo
11.10.1920 20.04.2004

Góði abbi. Tað verður aldri tað sama at koma til Sumbiar aftur og ikki kunna síggja teg standa í durinum og taka ímóti mær, tá eg komi suður at vitja. Tað verður undarligt at fara oman í køkin á døgurðatíð og ikki síggja teg standa í klædningsbuksum, undirtroyggju og kolli og rokast við at fáa døgurðan lidnan til tíðina. Ja, tað var tín uppgáva og eingin slapp at taka hana frá tær. Og hana røktaði tú væl, líka til tann dagin tú fór úr Sumba fyri síðstu ferð.
Tá alt var liðugt plagdu vit bæði at taka okkum av uppvaskinum, tú vaskaði upp og eg turkaði av. Tá plagdu tú ofta at siga hesi orð: »Ogor beði skuldi fari og arbeitt á einum hotelli, tey hevði ikki fingið betri arbeiðsfólk, sjálvt um annað er hálvavegna ørt?« Tá kundi eg ikki lata vera at smírast. Men soleiðis vart tú, altíð klárur við onkrum stuttligum kommentari.
Tað, sum eg altíð gleddi meg mest til, var eftir at alt var »fallið til ró«. Tá plagdu vit at seta okkum at práta um ymiskt. Tú var altíð líka interesseraður at lurta eftir mær, tá eg spurdi og bað teg fortelja mær um tíni ungdómsár undir krígnum. Eftir eina løtu fekk eg altíð eina stuttliga og spennandi søgu at hoyra. Ja, tað var mangan at eg flenti leingi eftir somu søgu, oftast allan dagin.
Men nú ert tú farin, eg kann ikki rættiliga fata tað. Men eg kann samstundis gleðast um, at tú endiliga hevur fingið frið og at tú nú ert heima, har sum tú altíð tosaði um. Tað, sum lá tær so nær á hjarta: at sleppa heim til himmals at møta Gudi, andlit til andlit, og møta teimum, sum stóðu tær nær í lívinum, tína elskaðu konu, sum fór undan tær. Nú eru tit endiliga saman aftur.

Tað er ikki so lítið, sum eg havi lært av abba mínum. Og eg fari altíð at minnast ta tíðina, eg hevði saman við honum, sum eina ríka tíð, fulla av minnum, sum eg ikki hevði viljað býtt um við nakað her á jørð.
Men ein troyst er tó, ein dag skulu vit møtast aftur. Men inntil tá eru tað minnini, sum altíð, saman við abbanum, fara at liva víðari inni í mær.

Vanja C. Joensen