Stødd uttanlanda frætti eg, at mín kæra abbasystir var farin, 92 ára gomul. Hetta var ikki óvæntað, seinast eg var har suðuri og heilsaði uppá hana miðskeiðis í juli mánaði, sást týðiliga, at hon var viknað, var vorðin móð. Hetta er sjálvsagt ikki so løgið, havandi í huga at hon var so gomul, men satt at siga hugsaði eg næstan ikki um aldur, tá ið vit sóust, tí hon var so livandi.
Var so forvitin, spurdi eftir børnum mínum, og hvat eg tókst við og mangt annað. Hon var ein, sum tú altíð fórt ríkari út frá, hetta við at grenja og beklaga seg, tað lá ikki til hennara. Hoyri hana fyri mær siga »at stúra tað nyttar onki«.
Meðan eg lati tankarnar sveima á feriustaðnum, er tað so nógv, ið kemur fram fyri meg.
Hon hevur altíð verið til í mínari verð, havi so nógv góð barnaminnir bæði úr Vági og ikki minst úr Sumba.
So hendi tað, at lív okkara fekk eina so løgna samanrenning. Tann dagin eg stóð brúður, misti hon mannin, sum gekk burtur á sjónum, og tung vóru míni fet, tá vit á veg úr kirkjuni í Samkomuhúsið steðgaðu á heima hjá Onnu. Og seint fari eg at gloyma løtuna inni hjá henni, har klædningurin hjá Tummasi hekk til reiðar at fara í brúdleyp um kvøldið. So orðatakið, »at ongin veit á morgni at siga hvar ein á kvøldi gistir« komu vit øll at ásanna.
Aftan á hetta vil eg siga, at millum okkum báðar bleiv eitt serstakt samband.
Mær dámdi so væl at vitja hana og fáa hana at greiða frá, sjálvsagt aftaná ein drekkamunn, tí blíð var hon sum fáur. Hon hevði jú upplivað so nógv í sínum lívi og væl lá fyri at fortelja, hóast hon sjálvt ikki helt tað vera so áhugavert.
Hon gjørdist mín stóra fyrimynd, og eg sakni orð, ið veruliga kunnu lýsa hesa megnar kvinnu. Eg eri ótrúliga takksom fyri, alt okkum untist at hava saman. Hon gav mær so nógv, og vóni eg at tá eg havi hug at fella í fátt, at eg tá kann minnast og læra av øllum tí ríkidømi, hon gav víðari.
Hon var so røsk, hevur altíð arbeitt nógv. Fødd í lítlari bygd Víkarbyrgi, har ikki ein gongd var vegasamband, tíansheldur allir teir hentleikar vit í dag nýta, uttan at hugsa um tað, og tann lætta hetta førir við sær í gerandisdegnum.
Hon fekk nógv børn og tveir ommusynir, sum vuksu upp hjá henni. Inni hjá henni vóru altíð nógv fólk, sum ein ofta sær hjá slíkum fólkum, sum útstrála slíkan nærleika og umsorgan fyri øðrum menniskjum. Hon var so altumfevnandi, var so góð við øll, sá altíð tað góða í øðrum. Var altíð so glað og væl nøgd við lívið.
Ikki tí, hon hevði fingið nógv bakkøst gjøgnum sítt langa lív, ikki bara tíðliga einkja, men upplivdi ta stóru sorg at missa eina dóttur í bestu árum. Eisini ein ommuson sum var tannáringur, somuleiðis sjúku og annað. Hóast alt hetta, ja so megnaði hon at reisast hvørja ferð og síggja eina meining og gleði við lívinum.
Hon gjørdi onki hóvasták burtur úr sær, heldur ikki nú hon lá á sjúkrahúsinum; henni líkt hugsaði hon fyrst um øll hini. Komið at hugsa um, tá hon fekk skift mjødnina fyri nøkrum árum síðani og læknin ansaði ikki eftir, hvussu gomul hon var, visti ikki um hann hevði lagt hana undir skurð, so gamla konu. Tað var heldur ikki av ongum, at sami lækni kallaði hana fyri »jarnkvinnan«, uttan nakað fyri pínu, stríddi hon seg fram og vann heilsuna aftur í fleiri ár. Jú, víst hevði hann rætt, hon var ikki ein og hvør, hon var nakað heilt serligt.
Tað verður løgið at koma suður aftur, og hennara stólur er vorðin tómur, røddin er tagna, áranar lagdar inn. Og kann eg lítið ætla saknin hjá tykkum, sum dagliga vóru um hana, mína djúpastu samkenslu viðtykkum øllum.
Hóast saknin og sorgina, eiga vit øll at vera sera takksom fyri øll tey góðu minni og hugnaligar løtur, sum vit hvør sær eiga eftir hana. Og finna troyst og ugga í øllum, hon gav og ríkaði tilveruna fyri so mong í hennara langa lív.
Hon er nú farin, og vita vi øll, sum vóru um hana, at nú var hon móð, og tilreiðar at fara herfrá í sínari góðu gomlu Guðstrúgv, í tann himmal hon trúði uppá og møta øllum sínum kæru.
Stille, ak stille gik solen ned,
nu sluttet er arbejdsdagen.
Hjælpende hånden ej rækkes os mer,
Så tungt for os falder slaget.
Herre, hav tak for dit store lån,
minderne lyse forbliver.
Svaret på livets store hvorfor,
Evige fader, du giver.
Við allarstørstu virðin og takksemi fari eg við hesum at lýsa frið yvir minnið um mína kæru abbadid.
Bjørghild