Hóast vit vistu hvønn vegin tað bar, koma deyðsboð altíð óvart á okkum. Alt stegðar upp og vit hugsað -hví júst hon, í besta aldri.
Vit minnast við takksemi aftur á tíðina, vit høvdu saman við Berit. Røsk álítandi var hon í sínum arbeiði og helt seg ikki aftur at geva eina hjálpandi hond har ástóð. Lagið var altíð gott. Mangan verður sagt, “tað er ikki, sum tá Berit var her”, har hon var, var lív í, og ikki smæddist hon burtur, tá okkurt stuttligt var á skránni. Hon var lítilátin, men var ikki bangin fyri at siga sína meining.
Hon var altíð klár, tá okkurt skuldi fyriskipast, um tað var til jólafrokost ella yvirnátting í Botni, hon var altíð við. Hennara smittandi látur var við til at gera løturnar hugnaligar og minniligar.
Hóast tað er við sorgblídni vit skriva hesar reglur, vita vit, at Berit er komin til ein betri stað, har sorg og pína ikki finst, og vit øll skulu møtast har aftur ein dag.
Góða Marit, Poul, Ingi, Erling, Johild og syskin v/fam. Mangan verður sagt, at størri byrðar verða ikki lagdar á herar okkara, enn vit megnað at bera. Má Harrin geva tykkum styrki og troyst at koma víðari í hesi sváru tíð.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minninum um Berit.
Starvsfólkið í køkinum og portørarnir á Suðuroyar sjúkrahúsi.