Minningarorð um Bjarta Mortensen

føddur 18. august 1962  deyður 23. mars 2003

Bjarti og eg komu at kennast, tá hann eftir lokna skúlagongd tók leiðina oman á kaina og kom at starvast hjá okkum í 1978.
Her var Bjarti við til at leggja enn betri lunnar undir eina fyritøku í menning. Hetta tíðarskeiðið var merkt av framgongd og arbeiðsplássið var um hesa leið merkt av eini góðari blanding av eldri og yngri starvsfólkum.
Stefanus, Lakk, Bjarti og Chris løgdu tónan an.
Tónin var skemtingarsamur og góður og var viðvirkandi til at strævnir dagar gingu lættari.
Nú tá hetta tíðarskeiðið er lagt afturum, so kunnu vit goyma arbeiðsløtur og farnar starvsfelagar í hjørtum okkara, men til ber at taka løturnar fram aftur til minnis og skemtanar tá høvi býðst. Um minnið bilar, ber til at taka videotólið hjá Chris til hjálpar.
Sum hjá øðrum og í tíðarandanum so var eisini hjá okkum neyðugt at gera eina arbeiðsuppdeiling.
Bjarti og eg vóru felags um at stíla fyri og lyfta uppgávuna at avgreiða tey farmaskip, sum fyritøka okkara hevði um hendi. Tíðarskeiðið frá 78 til 92 var ikki langt sæð í tíðarinnar perspektivi, men innan okkara arbeiðsøki hendi nógv.
Farmaskipini vitjaðu oftari á Tvøroyri tá,i kki vóru tey stór, men hóast tað og kanska nettup tí var uppgávan at loysa somikið størri og torførari.
Bjarti fekk um endan av tíðarskeiðnum við ?Rúnatindi" og ?Nestindi" og var við tá "Líðartindur" setti hol á eina heilt nýggja tíð.
Haldi eg kann siga at uppgávan, sum var litið mær og Bjarta í hendi hesi ár, væl og virðiliga varð loyst.
Eftir loknan arbeiðsdag, sum mangan kundi vera langur, hevði Bjarti sjálvandi síni egnu áhugamál.
Niels og Dagmar Mortensen vóru brennandi T.B.-stuðlar eins og tey á Hamri og var hetta óivað borið víðari til abba- og ommubarn teirra, Bjarta.
Bjarti var tó eitt sindur meira internationalur og valdi sær umframt T.B. eisini Liverpool til heimalið sítt.
Tey komandi nógvu ungdómsár vóru T.B., Liverpool, rokkbólkurin Queen og hugnalig samvera við kammeratar ovast á breddanum hjá Bjarta. Eisini her eru nógvar góðar og ógloymandi løtur at minnast afturá. Gullárini hjá T.B., Liverpool og Queen.
Bjarti hevði óivað góð og stuttlig ungdómsár í tryggum heimligum umhvørvi, men tað, sum vantaði í, fann hann saman við Sonny. Eitt stórt umskifti hendi hesi næstu ár í hansara lívi, men tíverri ikki bara til tað betra.
Samanhald gevur styrki og var hetta avgerandi fyri at Bjarti hóast sjúkur fekk góð ár saman við Sonny.
Okkara gerandisdagur gekk framvegis við fúkandi ferð, men hjá Bjarta mundi gerandisdagurin mangan tykjast langligur og seinførur. Gott at Sonny var har og at hann hevði eina kjarnu av vinfólki at styðja seg til. Bert fyri at nevna ein. Jean Dimon. Takk fyri tað.
Tá Bjarti fekk keðiligu boðini um at skurðviðgerðin var miseydnað, tók hann ta djarvu, men greiðu støðu, at nú vildi hann heim. Í heimligun umhvørvi vildi hann taka støðu til hvat víðari skuldi henda. Bjarti var ótrúliga róligur og avkláraður og hartil sterkur í síni trúgv. Vónaði til tað síðsta, men var realist og visti hvønn veg tað bar.
Eftir fáar dagar heima andaðist Bjarti bert 40 ára gamal.
Ærað veri minnið um mín góða vin og arbeiðsfelaga Bjarta Mortensen.