Minningarorð um Dánjal Jákup Arnason Nielsen

Ikki vardi tað meg, at eg hendan lagnutunga dagin skuldi fáa tey tungu sorgarboð, at tú var farin, bert 6 ára gamal. Nú ein tíð er fráliðin, koma minnini fram, og eru tey mong og bara góð. Vaksin upp í Fámjin sum einasti bróður av trimum systkjum, komst tú ofta til Froðbiar at vitja ommuna og abban. Og ikki var tú seinur eisini at koma at vitja langommuna. Enn hoyrist tín rødd og tín smittandi látur, tá tú lætst dyrnar upp. Ofta bleiv tað so, at tú ikki vildi avstað aftur, men svav hjá langommuni.

 

Vaksin upp á bygd, dámdi tær so sera væl kríatúrini og alt tað, sum hartil hoyrdi og nýtti tú nógvar løtur saman við teimum. Eitt annað, sum tær dámdi serliga væl, var at fara oman í Víkagerð við tráðuni. Men eitt setti tú sum treyt, og tað var, at omman var við. Har niðri høvdu vit nógvar ógloymandi løtur saman.

 

Við tínum verumáta og altíð glaða lyndi, savnaði tú tær nógvar vinir, og vóru øll góð við teg, ikki minst bygdafólk títt í Fámjin. Hetta sást eisini aftur á tí ovurstóra skara sum fylgdi tær til títt síðsta hvíldarstað her á fold.

 

Hví hendan vanlukkan skuldi henda, duga vit ikki at skilja, men mugu bert siga sum sálmaskaldið: Saknið tungan harmin vekur, at so brátt vit mistu teg, Harin gevur, Harrin tekur, ei vit skilja Harrans veg. Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur«.

Hvíl í friði, kæri skattur.

 

Langomman í Froðba