Minningarorð um David Hansen, Árnafirði

F. 08.02.1973 D. 23.10.2012

Týsdagurin 23. oktober er mær tann týsdagurin sum hevur veri mær tann tyngsti.
Dagurin byrjar sum ein vanligur gerandisdagur, tó so at eg eri sera illa fyri hendan dagin, havi verið í Klaksvík í nakrar tímar á fundi. Komin til hús aftur, má eg leggja meg.
Tá ið eg vakni, taki eg fartelefonina og síggi at fleiri hava ringt. Ímillum annað Niclas, bróðir. Tá eg eri í ferð við at ringja hann upp aftur, ringir telefonin. Tað er mín góði vinur Regin, sum eisini er pápabeiggi David. Hann spyr um nakar hevur ringt til mín. Eg svari honum, at telefonin hevði ligið og ladað og eg síggi at fleiri hava ringt á telefonina. Regin sigur so víðari, at bróðir hansara Sjúrður hevði eini ring boð. David er ikki ímillum okkara longur.
Eg var eg í sjokk, hugsaði við mær sjálvum, hví David, hví David, hetta var bara heilt óskiljandi, og er tað framvegis.
Eg havi kent David alt tað, eg kann minnast. Tað var eitt ár og tríggir mánaðir ímillum okkum.
Vit ungu í bygdini, sum ikki vóru so nógv í tali í okkara aldri, fylgdust sera nógv.
Serliga vóru Dávid og eg sjálvur, so at siga altíð saman. Frá smádrongi av og upp til ungdóms árini.
Hann fór til skips eftir lokna skúlagongd í 10 flokki, og eg byrjaði at arbeiða á flakavirkinum í Árnafirði.
David fór fyrst til skips við Hans Erik á Flemish Cap. Síðani var hann nógv ár við Klakki. Og tey seinastu árini sigldi hann við norska línubátinum Polarbris.
David var arbeiðsmaður av serligum slagi. Ótrúliga raskur og góður at sigla saman við, veit eg frá nógvum, sum sigldu saman við honum. Hann leyp ongantíð frá ábyrd, var altíð har ið á stóð.
Sjálvt um hann fór skips, so høvdu vit nógv samband ígjøgnum árini.
Næstan hvørja ferð eg fylti, so ringdi hann, at ynska tillukku.
Hvørja ferð hann var heima, so kom hann inn at vitja. Og vit sótu mangan og prátaðu leingi saman.
Tey seinnu árini, tosaði hann serliga um sínar høgt elskaðu døtrar, Gunvør og Evu. Tað merkist so væl á honum, hvussu góður hann var við tær. Tær vóru hanasara eitt og alt.
Saknur verður nú at hyggja út ígjøgnum vindeygað á skrivstovuni her heima. Vitandi at hann ikki verður at síggja meira. Og ongantíð fer at koma framvið á vegnum niðanfyri.
Mangar, mangar túrar hevur tú gingið framvið, saman við teimum báðum døtrinum hjá tær, Gunvør og Evu. Heim á sand og í fjøruna at leita eftir krabbum.
Barnaárini í Árnafirði sum smádreingir gingu, sum tá var í einari bygd, við at spæla í fjøruni, fanga krabbar, sigla bát, rulla horn, fiska á seiðabergi, hoppa band, spæla krógva blunda ella pikk. Um veturin at skreiða oman brekkurnar við sletu og at standa á sparkara frá tunnilsmunnanum og heilt oman í bygdina, tey kavakløddu vetrarkvøldini.
Serliga nógva tíð brúktu vit at sparka fótbólt sum dreingir. David, Tormóður, Jaspur og eg, saman við teimum tilkomnu í bygdini - og innandura í Kí høllini.
Ikki vóru sett tey stóru krøvini tá. Vallirnir vit sparkaðu á, vóru á vegnum við Vaglið í bygdini, í skúlagarðinum, á sandinum, uppí á Lánni, ella uppí á Váli.
Fótbóltsmál vóru ikki tey fyrstu árini. Vit brúktu steinar til mark, sum var at meta sum stengur.
Seinni fingu vit í bygdini, eina grúsplenu á havnalagnum yviri í bátahylinum. Har fingu vit dreingirnir, yvirtalað arbeiðsmennirnir á Flakavirkinum, at kubba jarnstengur til og at sveisa stengurnar til málini. Hetta fingu vit teir at gera í kaffipausum og døguraðtímum.
Hetta hevði nokk ikki latið seg gjørt nakrastaðni ídag.
Nógvar tímar og dagar á hvørjum ári brúktu vit á plenuni. Veðrið var líkamikið. Alt frá nógvum kava, til tá ið sólin skein so spegilsklár, tey føgru og minniligu summarkvøldini, var nýtt. Øll hesi minni goymast sum gullgripir í einum.
David var fastur fjallmaður hjá festinum Miðstovuni sum hoyrdi til mítt barnaheim. Eisini gekk hann sum fastur fjallmaður, hjá hinum bóndanum í bygdini í Útistovu.
Tey flestu árini, frá tí vit byrjaðu sum fjallmenn í Fýrmarkahaganum, gingu vit í hvør sínari ódn, lið um lið, uppi við Stígarnar. Ongantíð fall eitt øvugut orð okkara millum, ígjøgnum hesi allar hesar mongu fjalldagar.
Tað er gott at eiga góðar vinir. Hetta kann eg so sanniliga ásanna við David.
Sjálvur kom eg út fyri óhappi, sum tað tvey ára gamal, har eg misti mína høgru hond. Men ongantíð kom eitt happingarorð úr honum.
Ymiskt er, hvussu nógva tíð vit fáa her á fold. Fleiri verða kallað heim fyrr og David var ein av teimum.
Týsdagurin 23. oktober 2012 skuldi vera dagurin, tá ið tíni seinastu áratøk skulu rógvast.
Tú skuldi koma heim til Árnafirðar í somu vikuni. Hevði bílagt tær flogferðaseðil, men hetta skuldi tíverri ikki blíva soleiðis.
Var tað nakað, sum tú gleddi teg til, so var tað hendan árstíðin, nú harutíðin er.
Nógvir blivur harutúrarnir saman. Serliga skutu vit nógvar harur í Fýramarkahaganum, har vit sluppu at skjóta ákkurát tá vit tímdu at fara. Og har vóru teir flestu harutúrarnir, sum vit vóru, eisini.
Fyrsti haruhagin vit keyptu/leigaðu saman, David, Jaspur og eg, var úti á Rókum fyri nógvum árum síðani. Minnist meg rætt, so gjørdu vit ein rekordtúr tá, hendan fyrsta harudagin.
Heilt frá ungum árum, var áhugin stórur hjá okkum at sleppa eftir harum.
Vit plagdu at vera við sum berarar. Eg plagdi ofta at vera við Niclas bróður og teimum sum leigaðu Gjóvdal. David var ofta við gubba sínum Símun, sum oftast leigaði dalin uttanfyri, sum er Hiplingardalur. Tit skutu eisini nógv harur saman, tá ið tú fekk aldur at bera byrsu.
Tað er serliga ein dagur eg minnist væl. Vit vóru við sum berarar. Tað var tá vit fóru við pápa yvir á Gjóvadali.
Vit fóru frá morgunstundini av og høvdu báðir fingið harur at bera. Men eg minnist at eg hevði eina haru meira at bera, tí vit fingu aðruhvørja haru sum pápi skjeyt.
Dagurin fór at halla, skýmingin var komin, og eg minnist at vit tosaðu um at vit máttu fáa eina haru aftrat, tí so høvdu líka nógvar at bera.
Vit gingu á veg heim aftur og vóru komnir aftur á gøtuna í urðini. So sigur pápi, at nú seta tit tykkum báðir aftanfyri ein stóran stein og bíða.
Pápi fór avstað og setti kós oman av gøtuni, har sum næstan onki grót er. Vit søgdu báðir: “Hvar fer hann ? Har kann ongin hara vera.” Og vit høvdu mist vónina um, at fáa eina haru aftrat. Vit kláraðu ikki at halda okkum, reistu okkum upp og máttu vita, hvar hann fór. Jú so bóru vit eyga á hann. Hann gekk spakuliga niðurboygdur oman eftir. So fer hann spakuliga upp, siktar, so buldrar, og hann rópti á okkum. “Komi oman nú. Her ein komin aftrat til David”. Sum ungir dreingjir, tóktist hetta merkiligt, at hann skudi vita akkurát at ein hara skuldi sita har.
Men hann fortaldi okkum, á veg heim aftur til húsa, at tá tit sjálvir fara eftir harum, so koma tit at finna nógvar haruholur. Tað var júst ein haruhola, sum var niðanfyri gøtuna.
Tað verður ongin harutúrur aftur saman. Ei heldur fjalltúrur. Men minnini um hesar løtur - og nógvar aðrar - eru rík minnir og viðrismiklar upplivingar saman, sum ongantíð vera gloymdar.
Mínir tankar fara í hesum døgum, serliga til tykkum sum vóru eitt og alt hjá David. Døturnar Gunvør og Eva. Foreldrini Gunvør og Sjúrður. Og syskini Jákup og Lilly. Má Harrin vera við tykkum og vera styrkin í komandi tíðum, hjá okkum øllum.
Góði David. Hvíl í friði. Og enn einaferð takk fyri alt, sum untist okkum saman her á fold. Eg gleði meg til, tá ið vegirnir aftur krossast, tá vit síggjast aftur handan portrið.
----
Atli S Justinussen
Árnafjørður