Minningarorð um Einar Olgeirsson

Tann 29. desember varð Einar heimkallaður, bert 62 ára gamal.

Einar var føddur 27. januar 1942 á Akureyri í Íslandi og kom hann til Føroya, tá byrjað varð at borað í Lopra, har hann kom at kenna Marin, sum seinni kom at verða kona hansara.
Eftir stutta tíð flutti Einar til Vestmanna, har hann fór at arbeiða sum timburmaður. Vit byrjaðu báðir sama dag at arbeiða hjá einum byggifelag her í bygdini, og har komu vit at kennast sera væl.
Vit arbeiddu saman næstan øll árini til tær ringu tíðirnar komu, tá leið okkara gekk til Berlin í Týsklandi, har vóru vit eisini saman eina tíð. Eftir at vit vóru heimafturkomnir, hava vit í styttri og longri tíð arbeitt saman aftur, og hava vit havt nógvar góðar og hugnaligar løtur saman, eisini inni hjá tykkum, har Marin altíð var klár við kaffikannuni og onkrum góðum afturvið. Einar var sera skemingarsamur og setti hann lív í har hann var. Hann var ein álítandi maður og vildi øllum tað besta. Var eg til gongu, ella koyrdi fram við heiminum hjá tykkum báðum, og Einar sat við vindeygað, so fall altíð ein heilsan okkara millum.
Triðja jóladag ringdi eg oman til Einar og tosaðu vit um arbeiðið, sum vit skuldu gera saman eftir nýggjár. Seinastu orðini, ið hann segði áðrenn hornið bleiv lagt á vóru, vit hoyrast. Men hetta skuldi bara ikki verða so. Ein stendur spyrjandi, men sum orðatakið sigur: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Hetta kann enn einaferð staðfestast.
Vit, sum kendu Einar, hava mist nógv, nú hann er farin, men størstur er missurin hjá tær Marin, børnunum og Karim, má Harrin styrkja teg og tíni í sorgini, nú Einar ikki er millum okkara longur.

Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
tað er nú tómt og oyði,
har ikki sæst eitt fuglakykt,
ei heldur meir á heiði.

Og eina ferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.

Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um Einar Olgeirson.

Jákup Hendrik