Tung og óverulig vóru boðini, sum komu, at Eirikur var deyður, einans 58 ára gamal. Eirikur var sonur Lisu og Valdemar Dam úr Kvívík. Valdemar var frá Norðskála og Lisa er úr Kvívík. Tey fingu átta børn. Eirikur traðkaði sínar barnaskógvar í heimbygdini. Hann giftist til Streymnesar við Rannvá. Tey fingu fýra synir.
Í sínum ungu árum var Eirikur til skips bæði við føroyskum og norskum skipum. Hann gavst við sjólívinum og fór at arbeiða á landi. Tey seinastu árini fór heilsan at bila, og mátti hann tí gevast í føstum arbeiði.
Eirikur var virkin í politikki. Hann var uppstillaður fyri Sambandsflokkin og sat eitt tíðarskeið sum varamaður á tingi. Hann sat eisini í Hvalvíkar bygdarráði.
Eirikur var góður at heita á. Var altíð til dystin fús, tá ið á stóð. Á flaggdegnum og bygdastevnum var hann vanur at halda røðu. Røðurnar hjá honum vóru altíð væl úr hondum greiddar. Fólk fóru altíð ríkari heim, tá ið røðan var liðug. Til sjónleik skaraði hann framúr, og mong eru tey, sum stuttleikaðu sær óført, tá ið Eirikur var á pallinum.
Eirikur bleiv rættiliga sjúkur fyri uml. einum ári síðani. Eg og konan vóru og vitjaðu hann á Landssjúkrahúsinum. Tað var tann sami Eirikur. Byrjaði at skemta beinanvegin og práta um gamlar dagar. Men álvarsemi kom eisini fram, tá ið hann greiddi frá, at hann skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið. Alt gekk væl, hann kom fyri seg aftur. Tá eg tosaði við hann seinni, lat hann væl at, men hann orkaði lítið, og legði so afturat: »Eg skal ikki klaga, eg eri frammi hvønn dag«. Tá ið eg kom norður at vitja, var altíð farið út á ruskplássið at vitja, tí har arbeiddi Eirikur nakrar tímar tveir dagar um vikuna. Hann visti altíð okkurt at práta um, ja fólkini vóru mong, ið løgdu leiðina út á bryggjuna, ikki minst fyri at hitta Eirik.
Saknurin er stórur, ikki einans hjá mær, men so sanniliga hjá øllum bygdafólkinum. Øll sakna Eirik, tí hann var ein sonn bygdamynd.
Tíðliga ein morgunin fyrst í desember fór eg ein túr eftir Oyrini. Eg mátti steðga á eina løtu, alt var so kvirt, øll ljósini í bygdini speglaðust í ánni, víkin var so spegilsblonk, einans Halá hoyrdist í kvirruni. Eg hugdi niðan á heimið hjá Eiriki, tað var so óveruligt, at hann ikki var millum okkum longur. Tá komu mong góð minni fram fyri meg, um tær mongu hugnaligu løtur, vit høvdu saman, tær løtur takki eg tær fyri.
Eirikur gleddist um tær sonarkonur, hann hevði fingið, men ikki minst gleddist hann um abbabørnini, ið nú vóru komin. Árini, ið hann fekk saman við teimum, vóru alt ov fá. Tit hava mist ein góðan verfaðir og abba. Tann kærleika, ið hann gav tykkum, ja, tað veit eingin betur enn tit!
Góða Rannvá, Kristian, Valdemar, Jóhan og Høgni. Saknurin hjá tykkum er svárur, tit hava mist ein góðan mann og pápa. Hann gav tykkum ta umsorgan og allan tann kærleika, ið hugsast kann.
At Eirikur var væl kendur og væl lýddur av øllum, vísti tann stóri skari, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fallið ei í fátt, men haldið á.
Harrin styrki tykkum á leiðini.
Hvíl í friði.
J.