Tá stríðið endar, ferðin øll er gjørd,
Sál mín við hond Hans trygt til heimið førd,
Himmalsk gleði mína sál skal fylla tá,
Við øllum frelstum skal eg Harran sjá.
Nú var ferðin hjá Eivindi komin at enda, og sál hansara trygg við hond Harrans flutt til tað Himmalska heimið, har Eivind við gleði skoðar Harra og Frelsara sín, sum hann so trúliga tænti.
Ørindið oman fyri er síðsta vers úr sanginum »Eg eigi Hirða, ein mær kærur er«, sum var Eivindi ógvuliga kærur, tí tað var ígjøgnum henda sangin, hann sum unglingi tók ímóti Harranum sum sínum persónliga Frelsara. Hann segði sjálvur frá, at tað var einaferð hann sang henda sangin og kom til strofuna »Hann á krossi bløddi, doyði fyri meg«, at ljósið frá Golgata skein í hansara hjarta og gleði og friður fylti hansara sál.
Síðan tá var tað hansara størsta ynski, at vitna um Harra og Frelsara sín, og vit mugu sanna, at við teimum evnum, ið Harrin honum gav, lá hansara partur ikki eftir, bæði í skrift og talu.
Hvussu mangan hava vit ikki í bløðunum sæð, hvussu ynski hansara var at vitna um Harran og ígjøgnum minningarorð ynskti at troysta onnur. Eisini minnast vit hann í Havnargøtum á Ólavsøku býta traktatir út, so tað eru mangir føroyingar, hann hevur rokkið við Orðinum.
Man ikki Eivind, nú hann flutti heim, hava hoyrt frá Harra og Frelsara sínum, »Gott tú góði og trúgvi tænari, kom inn til gleði Harra tíns«.
Eivind var sonur Onnu Sofíu og Hans (Hansemann) Thomsen úr Porkeri, har Eivind eisini varð føddur, elst av 6 systkjum. Anna Sofía doyði í 1978. Eivind vaks upp í einum góðum og kærleiksfullum heimi við góðum foreldrum systkjum, sum hjálptu og stuðlaðu honum í øllum.
Tá Hansemann fekk arbeiði á Matrikulstovuni, fluttu tey til Havnar at búgva. Eivind, ið var føddur við breki, var tó nøkur ár niðri, har hann fekk góða hjálp.
Ikki gloymdi Eivind sína føðibygd, men hevði stóran tokka til hana og vitjaði mangan aftur, har hann kom at vera í heimi okkara, tá eg var smágenta. Honum dámdi ógvuliga væl at fara við tráðu og at ganga úti í náttúruni.
Størsta ynski hansara var tó at liva fyri Harra og Frelsara sín. Eg minnist, hvussu hann hvønn morgun, middag og kvøld leitaði inn í kamar sítt at lesa í Bíbliuni og at biðja. Minnist hann eisini fara til gongu til Vágs á møti, tí hann ynskti at samlast um orð Harrans. Eitt av teimum kæru minnum, eg havi um Eivind, er, tá eg og Meta vóru í Havn á vitjan hjá Hansemann við mammu okkara. Meta og eg plagdu at vera saman við Eivindi, tá hann las í Bíbliuni, og ein dagin Eivind kemur frá arbeiði, hevði hann keypt mær og Metu hvør sína Bíbliu. Okkara gleði var ómetaliga stór um okkara fyrstu Bíbliu og gleðin ikki minni hjá Eivindi sum gevara. Eg ivist ikki í, at tað sáð, sum tá varð sáað í barnahjørtuni, var tað sum seinni bar ávøkst.
Í apríl í ár, tá Eivind fylti 60 ár, hevði hann stóra veitslu fyri familju og kenningum í Pálsstovu, og gleddi tað hann ómetaliga, at so mong vóru komin saman at heiðra hann.
Eivind var í Porkeri fyri trimum árum síðani og var ætlan hansara at koma suður ein túr aftur í summar at ferðast, sum hann gleddi seg nógv til, men so skuldi ikki verða. Seinasta mánadag bleiv Eivind sjúkur, fór síðan niður á Ríkissjúkrahúsið, men fríggjadagin 13. juli tók Harrin hann heim til Sín.
Tað untist so ikki Eivindi at koma aftur til føðibygd sína, men hann flutti heim til ein mangan betri stað.
Tey síðstu árini búði Eivind á Mýruni 6, har hann treivst og hevði tað gott.
Góði Hansemann og øll systkini hjá Eivindi! Tað var gott at Eivind átti tykkum, tí tann kærleika og umsorgan, tit vístu honum, var so einastandandi.
Eg vil heilsa tykkum við niðurlagnum í sanginum »Eg eigi hirða«.
Á við Hans síðu aldri dag
og nátt
ónt kann meg náa, nei
Hann ger alt gott!
Myrkur og sólskin, hvønn
veg tað ber ?
Jesus mín Hirði, alt í øllum
er.
Friður verði við minninum um systkinabarnið Eivind Thomsen.
Anna