Minningarorð um Elisabeth Simonsen

Stórur skari fylgdi Elisabeth til seinasta hvíldarstað hennara, og vøkru orðini hjá presti í kirkjuni fara ikki frá mær.

 

Stórur skari fylgdi Elisabeth til seinasta hvíldarstað hennara, og vøkru orðini hjá presti í kirkjuni fara ikki frá mær.

Tað er so, at tú saknar orð í slíkum stundum. Eg fari tó at royna at siga eitt sindur um systkinabarn mítt Elisabeth.

Elisabeth var einkardóttir Miu og Mo Simonsen í Sørvági. Í heimi hennara búði eisini Hans abbi og so háttvirda kettan »Gagg«.

Vit vóru javngamlar og spældu saman alt eg kann minnast. Spæliplássið var allur Liðagarðurin og so áin, sandurin og sjógvurin.

Viðhvørt fekk Elisabeth eitt droymandi eygnabrá, tað var tá ið hon tosaði um at fara á seiðaberg, tað tímdi eg ongantíð, so heldur umborð á »Sjønning«, sum lá og fúnaði uttan fyri hjá Hugo. Har kundu vit droyma okkum burtur í fremmand lond. Ella vit spældu »Korn« við garðin hjá Dunga Betty, bygdu hús úr sandi ella leitaðu eftir »leika« í ánni og goymdu hesi fínu postalínsbrotini í hjallinum.

Inni hjá Miu og Mo var heimligt og trygt. Har hoyrdist ongantíð róp og gangur, tí bæði Mia og Mo vóru friðarfólk. At koma inn til teirra var sum at koma heim.

Fast pláss á bonkinum, har abbi lá og durvaði, Elisabeth sat og át breyð og eg fekk biddað mær skorpuna av hesum breyði, sum Mia so meistarliga hevði bakað. Viðhvørt vóru fólk inni, sum søktu sær heilsubót hjá Miu, sum var sjúkrasystir, men altíð hevði hon tíð at práta við okkum børn. Ella lesa »Lillepus« úr »Hus og Hjem«.

Nógv samband var ímillum mítt heim og tað hjá Elisabeth. Eg trúgvi neyvan, at tað fór dagur uttan at onkur hevði verið inni og vitjað.

Mia var ættað av Hvítanesi og tað neyt eg gott av, tí eg slapp við at ferðast eitt summarið á Hvítanesi og eisini til Mykinesar, tí har búði Esther, systir Miu. Einaferð búði eg hjá Elisabeth, og hetta er eitt av mínum bestu barndómsminnum.

Tað er torført at greiða frá, hvussu nógv tað hevur at siga, at tú nærum er vaksin upp saman við einum menniskja og síðani missir tað, tað er sum ein partur fer av tær sjálvum.

Vit gingu í flokki saman og nutu fyrstu ungdómstíðina saman. Síðani kom vaksnamannalívið og vit fóru í hvør sína ætt.

Sambandið mistu vit tó ongantíð við hvørja aðra. Hóast gerandisdagurin fer avstað við nógvari tíð, so fylgdu vit við, hvussu gekk hvør hjá aðrari, fingu børn, vóru gummur hvør hjá aðrari og prátaðu saman av og á, antin í telefonini ella eg stakk høvdið inn um á Spógvavegi at vita, hvussu stóð til. Nakrar ferðir var hon og vitjaði meg, og øll, sum kendu Elisabeth, vita, at hon hataði at sigla, so hetta var satt bragd.

Seinasta ferðin, vit sóust, var hon nógv merkt av sjúku, og eg eri glað fyri at eg fekk sagt farvæl við hana, hóast eg ynskti av øllum hjarta, at hon mátti fáa nøkur ár afturat.

Tungt er at missa bæði hjá familju og vinum. Eg veit, at mamma kennir stóra sorg yvir hetta, at Elisabeth skuldi fara so tíðliga. Tær vóru væl, og mamma kendi seg kanska viðhvørt í móðir stað, eftir at Mia var farin undir grønu torvu.

Tyngst er tó hjá tykkum Kim, Mariann, Beintu, Magnus og Mo. Tit vóru hennara nærmastu og eg vóni, at tit styrkjast og koma ígjøgnum hesa myrku tíð.

Eg eri takksom fyri at eg kendi Elisabeth og hevði hana til barndómsvin.

Marna