Minningarorð um elskaða abba mín

Frede Benjaminsen, Nes, f. 2. oktober 1935 d.18. desember 2006

Tað gjørdist so dapurt, og óveruligt í huga mínum, tá eg frætti at Frede abbi var deyður.


Hann var farin til arbeiðis sum vant um morgunin, væl upplagdur sum altíð. Arbeiðið hugtók hann fult og heilt, møtti oftast munandi fyrr enn til ásettu tíð, so hansara partur skuldi ikki liggja eftir.


Hugur mín leitar eisini til tín, góða omma, má Gud styrkja teg í sorgini. Abbi var so góður við børn, og tað nutu vit sannuliga gott av. Vóru mamma og babba burturstødd, so fingu vit døgurða frá teimum, abbi tók altíð væl ímóti okkum. Eg føldi meg altíð so vælkomnan. Minnini okkara millum koma altíð at standa fyri mær sum ein ljósstrála í lívi mínum.


Eg eri takksom fyri, at hann hóast alt upplivdi gullbrúdleypsdagin, góðar tvær vikur áðrenn hann doyði. Til hátíðarhaldið vóru 5 syskin komin úr Danmark, sum abbi var sera glaður fyri. Abbi var ættaður úr Lem, uttan fyri Ringkøbing, kom til Føroyar í apríl 1957 og gjørdist føroyingur burturav. Eri somuleiðis takksom fyri at hann kom at uppliva brúdleypsdag okkara, har hann hugnaði sær óført, bert 9 dagar áðrenn hann doyði.


Hann gjørdist eisini sera fegin, tá hann bleiv langabbi og langabbasoninum Adrian, var hann errin og stoltur av. Hann var sera áhugaður í húsum okkara, sum stóðu í ger. Tey upplivdi hann tíverri ikki liðug.


Góði abbi, eg havi so ilt við at góðtaka, at vit ikki hittast aftur í hesum heimi.

Takk fyri tað tú var fyri meg og okkum. Við hesum fátæku orðum, vil eg lýsa Guds frið um minnini um Freda abba.


Abbadóttur tín Ann.